HB skal til Letlands at spæla Intertoto

Lutakastið til Intertoto-kappingina hjá UEFA lagaði seg soleiðis, at HB skal spæla ímóti FC Dinaburg úr Letlandi

HB skal í juni mánaði verða við í Intertoto-kappingini hjá UEFA. Hetta er tann minsta av teimum europeisku kappingunum, sum UEFA skipar fyri millum feløg.
Mánadagin var lutakast um, hvussu spælast skal í hesari kappingini, og HB fekk mótstøðulið úr Letlandi. Í nógvum londum er ikki enn gjørt av, hvørji feløg skulu spæla við í Intertoto, men í Letlandi er tað mest sum greitt, at FC Dinaburg skal spæla við, og teir verða mótstøðulið hjá HB.
FC Dinaburg er úr býnum Daugavpils har eysturi í landinum, og býurin liggur nær við markið til Hvítarusland. Tað búgva umleið 120.000 fólk í býnum, og felagið FC Dinaburg er seinastu átta árini endað sum nummar 4 í lettisku kappingini.

Nøgdir við lutakastið
Heimasíðan hjá HB skrivar, at leiðslan í felagnum er rímiliga væl nøgt við lutakastið í gjár. Lettisku liðini eru vanliga ikki tey sterkastu, tá ið hugsað verður um tey eystureuropeisku londini, og í lettiskum samanhangi er FC Dinaburg ikki millum tey sterkastu liðni. Har plaga Skonto og Metalurgs at kappast um meistaraheitið.
Dystirnir hjá HB í Intertoto verða spældir í juni mánaði. Tann fyrri dysturin verður 17. ella 18. juni, og tann seinni verður eina viku seinni, tann 24. ella 25. juni.
Tað er ikki gjørt av, hvør fær heimavøll í fyrra dystinum.

Royna at koma víðari
HB-málmaðurin Bárður Johannesen heldur, at lutakast var á góðari leið.
 Hetta er neyvan tað sterkasta liðið, sum vit hava møtt í europeiskari kapping, so kanska hava vit ein møguleika ímóti teimum. Vit skulu royna at koma víðari frá hesum umfarinum, tað kann í øllum førum vera málið hjá okkum, sigur hann.
Bárður Johannesen heldur, at uppgávurnar í europeiskum kappingum eru hugaligar, hóast spenningurin um hesar dystir ikki er so stórur sum fyrstu árini, tá ið føroyskur fótbóltur fór upp í kappingarnar hjá UEFA.
 Ferðirnar vísa seg altíð at vera sera góðar, og tað er eisini ein spennandi ítróttarliga avbjóðing av spæla Europa Cup. Nógvir á HB-liðnum eru ungir spælarar, sum ikki hava roynt nakað serligt av hesum áður, so tað verður ikki minst ein spennandi avbjóðing hjá teimum, sigur Bárður Johannesen.
HB-málmaðurin heldur eisini, at tað er ein fyrimunur, at dystirnir liggja mitt í kappingini og ikki í summarferiuni.
 Ofta hava teir europeisku dystirnir ligið mitt í summarferiuni her í Føroyum, og tí hava dystirnir órógvað feriuna nógv. Hesaferð eru dystirnir í juni mánaði, og tá eru vit mitt í tí heila, sigur hann.