HB stríðist fyri Europa

Seinastu dagarnar hava fleiri spælarar skrivað undir nýggjar sáttmálar við HB. Dreymurin bæði hjá teimum og felagnum er, at altjóða luttaka skal vera á skránni næsta kappingarár.

Leingi hevur tað málið verið langt burtur, men úrslitini seinastu vikurnar hava lagað tað soleiðis, at nú er møguleikin at vinna atgongumerki til altjóða fótbólt ikki heilt burtur.

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur HB vunnið fulla úrtøku við málmuninum 10-0. Úrslitini hjá HB og kappingarneytunum hava lagað seg soleiðis, at tað nú bara er eitt stig fram til KÍ, sum undan tveimum teimum seinastu umførunum er á Europa Cup plássi. Málmunurin hjá HB er síðstu vikurnar styrknaður so mikið nógv, at um tað skuldi komið soleiðis fyri, at liðini eftir 27 umfør eru jøvn í stigum, so verður HB frammanfyri.

HB verjuspælið var leingi trilvandi. Tølini tríggjar tær seinastu ferðirnar siga, at tað er vorðið hópin tættari.

og í gjárkvøldið kunngjørdi HB, at nýggir sáttmálar eru undirskrivaðir við fýra, sum í ár hava verið við til at manna verjuna.

Allir teir, sum seinastu vikurnar hava verið við til at manna HB liðið, eru tøkir undan TB vitjanini í morgin. Merkisvert er tað, at Símun Rógvi Hansen nú hevur vunnið plássið millum stólparnar. Hann hevur verið málverji tvær tær seinastu ferðirnar, tá ið Teitur M. Gestsson hevur sitið á beinkinum. Fram til og við 23. umfar var Teitur M. Gestsson fastur maður í málinum.

Stríð fyri at sleppa undan niðurflyting er á dagsskrá hjá aldursforsetanum. Síðsta sunnudag eydnaðist tað TB við 1-0 sigri í Runavík at fáa ávísan lætta í botnstríðnum, har tað framvegis er stórur spenningur.

Tríggir av ungu monnunum, sum plaga at vera við til at manna besta liðið, vera ikki við ímóti HB. Talan er um Eirik Magnusarson, sum seinastu ferðirnar hevur verið fastur vongverji í høgru, Ragnar Tausen, sum hevur verið miðvallari í vinstru og Poul Ingason, sum onkra ferðina hevur verið skiftur inn í álopið.

Ólavsøkuaftan endaði tað 4-1 til heimaliðið, tá ið HB hevði vitjan av TB.