HB tapti 4-1

HB skal standa seg meira enn væl, um teir skulu spæla seg í næsta umfar av europisku meistarakappingini.

Í kvøld tapti HB nevnliga 4-1 fyri FH úr Íslandi, og so skal vilja serstakliga væl til, um HB skal vinna seg eitt umfar víðari.

Íslendingar løgdu seg tíðliga í dystinum á odda 2-0, men beint fyri hálvleik fekk HB mál eftir hornaspark, tá íslendskur verjuspælari beindi bóltin í egið net.

Eftir steðgin var tó eingin slingur í valsinum hjá heimaliðnum. Innan 12 minuttir stóð 4-1 á talvuni, og síðani koyrdu teir sigurin heim uttan stórvegis trupulleikar.