Næstbestu liðini hjá KÍ og HB hittust í Klaksvík í kvøld í síðsta umfari. Koronan fer illa við klaksvíkingum í hesum døgum, og tað sást eisini á KÍ liðnum.
HB vann undirhaldandi og í longum løtum væl spældu uppgerðina 2-1. Sigurin ber við sær, at HB á endaligu stigatalvuni hevur 41 stig og endar á fimta plássi. Á pappírinum er møguleiki fyri, at HB kann vinna seg fram á fjórða plássið. Soleiðis verður tað, um B71 í síðsta dysti tapir við 12 málum ímóti AB. Tað man bara vera á pappírinum, at tann møguleikin er.
Í Klaksvík í kvøld skoraði HB 2-1 sigursmálið í 94. minutti. At siga, at tað var HB, sum skoraði sigursmálið er ikki heilt rætt, tí tað var KÍ, sum í síðstu løtu gjørdi sjálvmál. Tað var KÍ liðformaðurin og veteranurin Kristoffur Jacobsen, sum eftir HB fríspark var óheppin at snitta bóltin í egið mál, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð.
Í fyrra hálvleiki var KÍ á odda. Málið skoraði Dávid B. Andreasen í 20. minutti. Áki D. Samuelsen javnaði í 64. minutti, og so var tað í síðstu løtu, at HB fekk sigursmálið og øll stigini.
KÍ var stóran part av kappingarárinum á niðurflytingarplássi. Endaliga stigatalvan sigur, at KÍ endaði á sjeynda plássi við 33 stigum og málmuninum -4.