HB verður uttan liðskiparan fyribils

Jógvan Rói Davidsen hevur brotið eitt rivjabein og skal sita uttanfyri fyrstu umførini

Tá Betri deildin hjá monnum byrjar aftur 9. mai verður HB uttan liðskiparan, Jógvan Róa Davidsen. Høgri bakkurin hevur brotið trý rivjabein í venjingardystinum móti TB á Tórsvølli leygardagin. Hann var ikki meir enn komin á vøllin, tá hann mátti av vøllinum aftur.

Úr HB verður sagt, at Jógvan Rói Davidsen ikki verður tøkur í millum fýra til seks vikur. Tí kemur hann at sita uttanfyri nakrar av fyrstu dystunum. HB hevur í ár fingið tilgongd av Hera H. Mohr, sum hevur verið á Argjum í eitt ár. Hann kemur væntandi at spæla á høgra bakki fyrstu dystirnar.

HB hevur trý tey fyrstu umførini dystir móti botn-fimm frá farna kappingarári. Tað eru EB/Streymur, ÍF og AB. Síðan skal HB spæla móti Víkingi og B36. Um Jógavn Rói Davidsen er úti í allar seks vikurnar, so er hann ikki tøkur aftur fyrr enn 7. juni móti TB á heimavølli.

##med2## 

Tað er longu greitt, at Teit Jacobsen verður úti til eina ferð í heyst, eftir at hava verið undir skurð. Hartil eru ógreitt nær Jákup L. Thomsen verður tøkur, eftir at hann í vetur kom til felagið. Hørður Askham og Tróndur Jensen eru langtíðarskaddir.