Fótbóltur
HB er at kalla fullmannað, tá teir klokkan 19 í kvøld spæla seinnu hálvfinaluna móti VB/Sumba í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrra dystin vann HB 3-1, og tí standa teir við betru kortunum undan dystinum í dag.
Og kravið frá felagnum er púrasta greitt. Albert Ellefsen er nýggjur venjari hjá liðnum, og fremsta málið er at vinna sær sæti í steypafinaluni – og sjálvandi eisini vinna hana, kemur liðið hartil.
Til dystin hevur HB at kalla allar mans tøkar. Einasta ivamálið er Andrew av Fløtum, sum hevur verið sjúkur, men roknað verður tó við, at hann verður við í hópinum kortini. Tróndur Vatnhamar fekk ein lítlan snudd undir venjing mánakvøldið, men hann er heilt víst tøkur, verður sagt.
Hjá VB/Sumba eru allir mans tøkir. Hóast botnsessin í Formula-deildini, so hava avrikini verið støðugt betri seinastu umførini. Og tí er einki at ivast í, at teir vilja leggja seg eftir at vinna tey bæði málini aftur, sum vórðu tapt í Gundadali í fyrru hálvfinaluni.