Tað er nú greitt, at tað verður Heðin Mortensen, sum verður borgarstjóri í Havn hesi næstu fýra árini.
Tórshavnar Býráð hevur nevniliga beint nú valt hann til borgarstjóra. Og tað vóru allir 13 býráðslimirnir, sum atkvøddu fyri hon og sostatt er hann einmælt afturvaldur, uttan nakað mótvalevni.
Heðin Mortensen sigur, at á býráðsvalinum týsdagin, varð tað greitt, hvat borgararnir í kommununi vildu hava og í hesum sambandi sipaði hann til ta góða valúrslitið.
Og tað var beint eftir valið, at semja var ímillum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin um at skipa samgongu við Heðini Mortensen sum borgarstjóra og Annfinni Brekkstein úr Sambandsflokkinum sum varaborgarstjóra. Og umframt at velja Heðin Mortensen til borgarstjóra, hevur Býráðið eisini einmælt valt Annfinn Brekkstein til varaborgarstjóra.
Og núverandi borgarstjóri, Annika Olsen, verður nú annar varaborgarstjóri í Tórshavnar Býráði.
Nýggja býráðið tekur við nýggjársdag, tann fyrsta januar.