Tað heldur Rósa Samuelsen, sum váttar, at landið ikki ætlar sær at renna undan ábyrgd í sambandi við røktarheimið, sum Tórshavnar kommuna fer at byggja á Boðanesi. Borgarstjórin í Tórshavn sær trøll á alljósum degi, tá ið hann í viðmerking fríggjadagin rør fram undir, at nýggja røktarheimið á Boðanesi fer at standa tømt, tá ið tað er liðugt bygt í 2012.
Hetta er sjálvandi møsn og reinur spuni frá Heðini. Tí sjálvandi ferð landið at bera raksturin. Samgongan hevur ikki sett 100 mió. krónur av til nýggj røktarheim fyri síðani at renna undan ábyrgd.
Slíkir pástandi elva bert til óneyðugt órógv og ótta hjá teimum borgarum, sum í dag bíða spent til pláss verður á nýggja røktarheiminum. Hví taka gleðina frá teimum?
Suðurstreymur er tað økið í landinum, har nógv størsti tørvur er á røktarheimsplássum, so nýggja heimið á Boðanesi kemur sera væl við og eg skal endurtaka fyri borgarstjóranum, at eg fegnist um, at Tórshavnar kommuna hevur gjørt hesa raðfesting, sigur Rósa Samuelsen í viðmerkming til borgarstjóran í Havn.