Kappingarnar í Beitostølen í Norra, har 350 íðkandi úr 11 tjóðum vóru við, endaðu í dag við 20 kilometra skíðkappingini, Ridderrennet, og har vann Heðin Nolsøe silvur við tíðini ein tími og 33 minuttir. Hann var eitt lítið korter aftan fyri norska gullvinnaran, Magne Lunde, sum er fyrrverandi OL-landsliðsskíðari fyri blind.
Hósdagin gjørdi Heðin bart og vann gull í 10 kilometra skíðrenning við tíðini 39 minuttir og 39 sekund. Her gjørdist dramatikkur ímóti endanum, men Heðin dró longra stráðið og gjørdist 13 sekund framman fyri silvurvinnaran, sum var Ferudun Kahraman, ið kemur frá sama felag sum Heðin.
Skíðskjóting á fimm kilometra teininum var á skránni mikudagin, og har vann Heðin Nolsøe sjálvur annar silvur. Hann og Ferudun Kahraman høvdu báðir tíðina 29 minuttir og eitt sekund, og teir vóru tveir minuttir og 12 sekund aftan fyri norska vinnaran, Gert Kroken.
? Eg eri sera væl nøgdur við úrslitini, og tað hevur gingið betur enn væntað. Nú haldi eg, at eg havi uppiborið eina góða feriu, sigur 49 ára gamli Heðin Nolsøe, sum kappaðist í aldursbólkinum 35-49 ár. Herfyri var hann eisini við í 90 kilometra longu skíðrenningini, Vasaloppet, í Svøríki.