1. deild menn:
KÍ-B71 3-1 (3-1)
Tá B36 og VB spældu í Gundadali var Tony Paris ein av fleiri venjarum í 1. deild, sum njósnaðist, og tá fyrra umfarið var hálvrunnið í Klaksvík sunnudagin, kundi máltalvan bent á, at klaksvíkingar ætlaðu sær at halda tørn í muninum til B36, tá tað snýr seg um mál.
KÍ var í somu uppstilling, sum teir vóru í á Svangaskarði næstsíðsta sunnudag, og teir høvdu góða úrtøku burtur úr møguleikunum, og gestirnir vóru høviskir og góvu oddaliðnum góðar møguleikar at gera mál.
Nógvu tey seinnu árini hevur Kurt Mørkøre verið skarprættari hjá KÍ, og ikki minst í fjør og í ár hevur tað ligið væl fyri hjá honum at gera mál. Tað kenna sandoyingar alt til, og fyri at byrgja upp fyri hesum, høvdu teir givið formanninum í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum uppgávuna at hanga uppií toppskjúttanum hjá KÍ. Og hóast Páll á Reynatúgvu onkuntíð man hava verið í betri venjingarstøðu, enn hann er nú, so greiddi hann avmarkaða men torføra setningin til fulnar. Kurt Mørkøre kom ikki á máltalvuna, og soleiðis sum tað sá út í gjár, so er møguleikin ikki so lítil fyri, at Kurt Mørkøre hevur skorað síðstu málini í Klaksvík ? á hesum sinni.
Men tað tykist ikki sum at klaksvíkingar nýtast at stúra so nógv fyri framtíðini, tá tað snýr seg um at gera mál. Heðin á Lakjuni hevur ferð eftir ferð víst, hvussu góður hann er, men ein av trupulleikunum hevur verið, at hann hevur ikki megnað at fáa so stóra úrtøku burtur úr møguleikunum. Hesar síðstu vikurnar hava bent á, at ein broyting er við at fara fram, hvat hesum viðvíkur.
Heðin tvær ferðir
Heðin á Lakjuni skoraði tvær ferðir móti B68, og hann kom eisini á talvuna tvær ferðir móti B71. Á Toftum skoraði hann bæði málini við høvdinum, og aftur móti sandoyingum skoraði hann eitt mál við høvdinum. Uppskriftin líktist nógv henni, tá hann skoraði fyrra málið á Svangaskarðí. Ta ferðina varð fyrra málið skorað eftir horna úr høgru og stút við nærra stólpan. Hesu ferðina varð fyrsta málið skorað eftir horna úr vinstru og stút við nærra stólpan.
Tá Heðin á Lakjuni skoraði seinna málið, var hann púra leysur undir málinum. Sandoyingar høvdu innkast, men mistu í uppspælinum, Arnold Joensen, sum var væl betri upplagdur hesa ferð, enn hann var á Toftum, streyk til baklinjuna, Kurt kiksaði sína roynd, Rógvi fekk fatur á og spældi Heðin á Lakjuni tætt undir málinum. Sandoyingar vildu hava rangstøðu, men dómarin lætst ikki um vón.
Arnold Joensen sneiddi málverjan av og trillaði í tóma málið, tá hann fekk stungið fram eftir miðásinum, og so fekk KÍ ikki fleiri mál. Teir høvdu møguleikar, at Kurt Mørkøre mundi iðra seg um, at hann misbrúkti møguleika, sum hann plagar at skora uppá.
B71 væl við
Sandoyingar gróvu seg ikki niður, og teirra avrik boðaði ikki frá 2. deidar fótbólti. Teir hava verið nógv plágaðir av skaðum í ár, og aftur hesa ferð vóru teir noyddir at broyta miðverjuna, har bæði Petur Ritter og Bjørn Thorsteinsson sótu uttanfyri. Ivan Histov røkti sjálvur aftasta mann, og saman við Pálli á Reynatúgvu var Allan Simonsen miðverji.
Rúni í Soylu var ein brandur í B71 álopinum, og Eli Hentze og Ioulsian Floresco stýrdu uppspælinum væl, og B71 hevði fleiri møguleikar at gera mál. Teir fingu eitt mál, og tað skoraði Eli Hentze, sum gjørdist leysur eitt sindur til høgru og plaseraði innleggið frá Kára Sørensen flatt framvið Stephen Boyle.
Síðsta tíman fór ferðin eitt sindur niður. Kanska klaksvíkingar slerdu seg til tols við 3-1 sigurin og hugsaðu meiri um Europa Cup dystin hósdagin og stórdystin á útivølli móti HB komandi sunnudag. Men sandoyingar skulu hava rós fyri, at teir vóru við til at geva áskoðarunum fótbóltsspæl til bæði málini.
KÍ: Stephen Boyle ? Marek Wierzbicki, Andrzey Pacek, Jan Andreassen, John Hansen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Rógvi Jacobsen ? Arnold Joensen, Kurt Mørkøre, Heðin á Lakjuni
B71: Valdemar Novisci ? Kristian Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Ivan Histov, Allan Simonsen, Antines Magnussen ? Kári Nielsen, Eli Hentze, Ioulian Floresco ? Rúni í Soylu, Kári Sørensen