Eingin ivi var tó um, at Svøríki var favorittur undan dystinum, og teir tóku eisini leiðsluna, tá ið 26 minuttir vóru farnir við máli frá Johan Elmander, men eftir hetta stjól norðurírska stjørnan, David Healy myndina. Fýra minuttir seinni javnaði hann til 1-1, og 13 minuttir inn í seinna hálvleiki skoraði hann sigursmálið fyri Norðurírland. Við 2-1 sigrinum hevur Norðurírland lagt seg á odda í bólkinum, og David Healy er nú einsamallur toppskjútti í undankappingini. Hann hevur skotið 9 av teimum 10 málunum hjá Norðurírlandi.