Borgarstjórin í Havn bjóðar Nato at byggja ein 3.000 metra langan flogvøll á Glyvursnesi

Heðin Mortensen bjóðar Nato flogvøll á Glyvursnesi

Nato hevur økt nógv um sítt virksemi í Føroyum. Tí bjóðar borgarstjórin í Havn hernaðarsamgonguni Nato at byggja ein flogvøll á Glyvursnesi

 

Borgarstjórin í Havn bjóðar Nato at byggja ein 3.000 metra langan flogvøll á Glyvursnesi

Tað sigur Heðin Mortensen í samrøðu við íslendska miðilin visir.fo.

 

Hann vísir á, at Nato hevur økt munandi um virksemið í Føroyum.

 

– Her vitja nógv herskip og kavbátar, og bygd verður eisini ein radarastøð í Føroyum. Tí heldur hann, at tað er upplagt við einum flogvølli á Glyvursnesi.

 

Flogvøllurin í Vágum er góður, men hann er ov lítil upp á logri sikt, sigur hann við visir.is.

 

##med2##

 

– Á Glyvursnesi ber til at byggja ein flogvøll, sum er 3.000 metrar langur og kann taka ímóti øllum flogførum.

 

– So komið nú, Nato. Tit fáa flogvøllin, og tit gjalda, tað er bara at koma í gongd, sigur hann og leggur afturat, at hetta er so ein máti at gera ein altjóða flogvøll í Føroyum.

 

##med3##

 

Borgarstjórin í Havn bjóðar Nato at byggja ein 3.000 metra langan flogvøll á Glyvursnesi

Soleiðis kann flogvøllurin liggja á Glyvursnesi, heldur borgarstjórin í Havn

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vil hava ein altjóða flogvøll á Glyvursnesi