Tað endaði við 3-0 heimasigri, tá ið NSÍ í kvøld fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið hevði vitjan av 07 Vestur.
Eftir dystarlok váttaði 07 Vestur venjarin Heðin Askham, at hann nú gevst sum venjari hjá 07 Vestur. Tað eru persónligar orsøkir fyri avgerðini. Bolt.fo bar tíðindini fyri nøkrum døgum síðani, tá ið tað í íslendskum miðlum ljóðaði, at 07 Vestur leitaði eftir venjara í Íslandi.
Heðin Askham tók við sum venjari í Vágum fyri einum ári síðani. Tá sá tað ikki so væl út hjá 07 Vestur í næstbestu deildini. Fyrsti dystur var 16. mai, tá ið tað á útivølli endaði 1-1 ímóti Víkingi. Tað var ikki so sannførandi fyrstu umførini, men so hevði Heðin fingið skil á liðið. 15 tær síðstu ferðirnar fór 07 Vestur ósigrað av vøllinum og tryggjaði sær uppflyting, umframt at tað var um reppið, at tað í november eydnaðist at varpa HB úr steypakappingini. HB vann eftir brotssparkskapping.
07 Vestur eigur útsettan dyst á útivølli ímóti B68. Næsti dystur er annars 12. Juni á heimavølli ímóti ÍF. 07 Vestur er á áttanda plássi við 8 stigum.