Skjóttgangandi báturin, Scorpion, sum felagið NAX eigur, hevur fingið serligt loyvi at sigla um Nólsoynna.
Tað sigur Tórshavnar kommuna at siga í dag.
- Í 2012 varð Nólsoyggin útnevnd at vera Ramsarøki, tí oyggin hevur ríkt fuglalív og heimsins størsta drunnhvítabøli. Síðani útnevningina hava Tórshavnar kommuna og Umhvørvisstovan arbeitt víðari við eini yvirskipaðari Ramsarætlan fyri Nólsoynna.
Kommunan vísir á, at partur av hesi ætlan er at seta krøv til sigling um Nólsoynna, tí hetta er týðandi táttur í arbeiðnum at verja fuglin.
- Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hevur nú givið skjóttgangandi bátinum, Scorpion, loyvi at sigla um Nólsoynna, um serligar treytir verða hildnar.
Lagt verður aftrat, at til tess at lúka treytirnar, skal báturin sigla í mesta lagi 10 sjómíl um tíman innan fyri 500 metrar úr Nólsoy - og eystan fyri Nólsoynna er eitt øki, har hámarksferðin er 5 fjórðingar um tíman.
Loyvi, sum nú er givið, er galdandi í tíðarskeiðnum 1. juli-1. september 2015.
Ramsarsáttmálin gjørdist veruleiki í 1971 og er uppkallaður eftir tí býi, har sáttmálin varð tilevnaður og undirskrivaður. Í dag fevnir sáttmálin um 162 lond, harímillum Føroyar.
- Talan er um ein millumlanda sáttmála, sum áleggur kommunum at skipa fyri tiltøkum at varðveita og tryggja skynsama nýtslu av eitt nú fuglabjørgum, ið hava serligan týdning.
Tórshavnar kommuna veit at siga, at tá Nólsoyggin er eitt Ramsarøki, merkir tað eisini, at kommunan hevur skyldu regluliga at boða frá, hvat verður gjørt fyri at verja økið og fuglin.