Málverjin hjá AB, Heðin Stenberg hevði sett nøsina upp ímóti, at AB skuldi tryggja sær trý stig ímóti EB/Streymi í dag. Hann ásannar tó, at teir skaptu ikki nóg nógvar opnar málmøguleikar, tá teir á heimavølli í dag spældu javnleik 0-0 ímóti sundalagsmonnum.
Kortini fegnast hann eitt ella annað stað um tað eina stigið, sum økir frástøðuna niður til Skála upp í 10 stig, áðrenn Skála tekur ímóti ÍF í annaðkvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna vit høvdu við Heðin Stenberg beint aftaná dystin ímóti EB/Streymi.