Heðin Mortensen fingið valfepur

­ Tá ið Heðin Mortensen fer í útvarpið við tíðindum úr sosialu nevnd í Býráðnum, má minsta kravið vera, at hann sigur allan sannleikan, og ikki bara helvtina

At tiga hálvan sannleikan burtur, er lika ringt sum at siga ósatt.

Elin Lindenskov, formaður í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráði, er ógvuliga misnøgd við, at Heðin Mortensen læt meiri enn helvtina standa eftir, táið hann mikukvøldið slapp í útvarpið at greiða frá, hvørjar ætlanir Býráðið í Havn hevur við barnaansingini.

­Hann mann hava fingið valfepur, ella okkurt annað líknandi.

­ Men tað átti kortini ikki at forða honum í at sagt allan sannleikan, og ikki bara hálvan, sigur Elin Lindenskov.

Í Útvarpinum slapp Heðin Mortensen at greiða frá ætlanunum hjá Sosialu nevnd at hava barnaansing til 45 børn í sjónleikarahúsinum í Havn.

Men so legði hann afturat, at hetta var tað einasta, ítøkiliga uppskotið, sum var fyri.


Tað er ikki rætt

Elin Lindenskov sigur, at tað er als ikki rætt, minni enn so.

­Umframt barnaansingina í sjónleikarahúsinum, eru tvey onnur ítøkilig uppskot á borðinum.

­ Tað eina er enntá samtykt í sosialu nevnd og kemur helst fyri á næsta býráðsfundi, sigur Elin Lindenskov.

Men ætlanin í sjónleikarahúsinum er heldur ikki komin longri enn so, enn at hon skal eisini fyri Býráðið.

­ Tað eina uppskotið,sum Sosiala nevnd hevur samtykt afturat barnaansingini í sjónleikarahúsinum, er at útbyggja tað eina býlingshúsið, so at har verða 20 ansingarpláss afturat.

Elin Lindenskov sigur, at tað ber til at útbyggja tey fýra ?donsku³ býlingshúsini, so at 20 ansingarpláss verða afturat í hvørjum.

­ Tey eru býlingshúsið Undir Fjalli, á Flat, Millum Gilja og á Ternuryggi.

Hvat býlingshús skal byggjast í í hesum umfari er ikki avgjørt enn.

­ Tað má kannast eftir, hvar best er at byggja út.

­ Men umframt hesa ætlanina, er eisini eitt ítøkiligt uppskot um at byggja eitt nýtt býlingshús inni á Gøtu við plássi til 42 barnagarðsbørnum.

Men harumframt skal verða ein spælistova til 20 dagrøktarbørn.

­ Býlingshúsið inni á Gøtu er teknað, men ætlanin skal so viðgerast meiri í Býráðnum.

Býráðið hevur 2,5 milliónir tøkar til alternativa barnaansing.

­ Elin Lindenskov sigur, at barnaansingin í Sjónleikarahúsinum og útbyggingin av einum býlingshúsi fáast fyri tær 2,5 milliónirnar.

Býlingshúsið inni á Gøtu hevur ein aðra játtan, sigur formaðurin í Sosialu nevnd hjá Býráðnum