Heðin takkaði hennara hátign fyri kommandørkrossin

Heðin Mortensen til móttøku hjá Margrethu drotning

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, nýtti í morgun høvið til at fara til móttøku hjá Margrethu drotning. Margretha drotning vitjaði Havnina í 2021, og fyrr í ár heiðraði hon borgarstjóran við kommandørkrossinum.

 

Heðin Mortensen hevur fleiri ferðir verið vertur, tá drotningin hevur vitjað Havnina. Hann gjørdist í 1991 ”Ridder af Dannebrogordenen” og í 2003 gjørdist hann ”Ridder af 1. grad”.

 

Á hátíðarhaldinum fyrr í ár, tá Heðin hevði sitið sum býráðslimur í Havn í 50 ár, handaði ríkisumboðið Lene Moyell Johansen vegna Margrethu drotning Heðini ”Kommandørkorset”. Heðin Mortensen fekk sostatt stóra heiðurin at gerast ”Kommandør av Dannebrogordenen.

 

Í morgun fekk borgarstjórin so høvið at takka drotningini persónliga fyri heiðurin, og annars at fáa eitt gott og hugnaligt prát.

 

Tað var ikki vanligt, at javnaðarfólk tóku ímóti slíkum ordanum frá kongshúsinum. Í Føroyum er tað umframt Heðin Mortensen bara Jákup Frederik Øregaard, sum var løgtingsmaður frá 1940 til 1978, sum hevur tikið ímóti riddarakrossi.

 

Tá danski forsætisráðharrin, Thorvald Stauning í 1930 varð spurdur, um hann ætlaði at taka loyvið hjá kongshúsinum at lata slíkar ordanir aftur, svaraði hann soleiðis:

 

»Principielt synes jeg, at jeg maa være imod hele Institutionen. Ordensvæsnet er en ejendommelig Levning fra Fortiden. Det har et komisk Skær over sig paa Grund af Anvendelsen gennem Tiderne, og Ordner er sikkert ogsaa blevet anvendt på mislig Maade i visse Tilfælde.«

 

##med2##

 

Nú halda donsk javnaðarfólk ikki so fast um siðurin longur, og høgir politikarar í danska Javnaðarflokkinum hava tikið ímóti riddarakrossi.

 

Dannebrogsordanin er ein danskur riddaraordan, sum Christian 5. stovnaði í 1671. Ordanin verður latin persónum, sum við »Dyd, tro Tieniste og mandige Bedrifter have giort sig frem for andre berømmelig«, sum tað stendur í í skipanini fyri ordanin frá 1693.

 

Sum útgangspunkt taka limir í Det radikale Venstre, Socialistisk Folkeparti, Enhedslister og Socialdemokratiet ikki ímóti ordanum.

 

Mótstøðan hjá teimum flokkunum verður grundgivin við, at tey eru lýðveldisfólk, og tí ikki fyri kongsveldi og tess stovnum.

 

Seinnu árini hava fleiri javnaðarfólk í Danmark kortini tikið ímóti heiðrinum, ofta við teirri umbering, at tey taka ímóti í eini aðrari funktión, enn sum javnaðarfólk.