Hegga skal venja 07 Vestur

Í gjárkvøldið varð sáttmáli undirskrivaður millum 07 Vestur og Jógvan Hendrik Samuelsen – Hegga – sum við hesum verður høvuðsvenjari hjá felagnum í 2010. Hegga hevur, síðani FS Vágar og SÍ gingu saman og stovnaðu 07 Vestur, verið knýttur at felagnum. Hann hevur hesi bæði árini verið hjálparvenjari hjá Piotr Krakowski, eins og hann hevur verið venjari hjá Unglingunum hjá 07Vestur. Tá Hegga nú er settur sum høvuðsvenjari hjá 07 Vestur, er tað í tráð við politikkin, sum í mestan mun er at byggja felagið upp við egnum fólki. Málið er tó greitt, nevniliga at vinna sætið aftur í fremstu deildini sum skjótast.