Heiðabáturin fyri seg sjálvan

Heldur ikki í dag var nakar ivi. Heiðabáturin vann sannførandi sigur, tá ið 8-mannaførini róðu. Tað er synd at siga, at talan var um kapprógving. Heiðabáturin stakk seg beinanvegin framum, og so var tað bara ein spurningur, hvussu tryggur sigurin fór at verða.

Á málinum var Heiðabáturin knappliga tvær bátslongdir frammanfyri argjamenn. Hetta var triðja ferðin, at Argjabáturin var næstfyrstur á mál. Argjabáturin hevur fyrr í ár kappast við Ørv um næstfremsta plássið. Hesa ferð var munurin ein lítil bátslongd.

Fyri fyrstu ferð megnaði nýggi Árnfirðingur at sleppa undan aftasta plássinum. Knørrur endaði aftast. At tað hesa ferð royndist so soltið hjá Knørri komst av, at árin brotnaði hjá øðrum av toftimonnunum.

 

Jóansøka 2007 - 8 mannafør

1 Heiðabáturin 07:04.04

2 Argjabáturin 07:10.17

3 Ørvur 07:12.13

4 Árnfirðingur 07:14.06

5 Knørrur 07:42.18

 

Støðan í FM - 8 mannafør

1 Heiðabáturin 21

2 Argjabáturin 15

3 Ørvur 12

4 Knørrur 8

5 Árnfirðingur 7

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Árnfirðingur

2 Argjabáturin

3 Heiðabáturin

4 Ørvur

5 Knørrur