Nøvn
Í morgin varð Elin Hoffgaard Joensen heiðrað við medalju og skreytblaði frá Drottningini. Og tað fær hon fyri at hava arbeitt á Tjaldurs Apoteki í Havn í samfull 50 ár. Á myndini er hon saman við Peturi Oluf Joensen, apotekara.