Á Tvøroyri hava tey sett sær fyri at heiðra ítróttarfólkini úr oynni, sum hava tikið lut á Oyggjaleikunum á Rodos seinastu dagarnar. Almenn móttøka verður fyri ítróttarfólkunum í Ítróttarhøllini í Trongisvági í annaðkvøld, sunnukvøldið, eftir at Smyril hevur lagt at bryggju.