Á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið vórðu fýra fólk heiðrað, sum hava gjørt vart við seg á ein serligan hátt í ferðavinnuni.
heiðrar latnir innan vinnuferðavinnu. Ársins Ambassadørur 2020 gjørdist Birgit Andersen frá felagnum
Visit Faroe Islands stovnaði Ambassadørnetverkið í mars 2016 og nú eru umleið 120 ambassadørar í netverkinum. Hetta eru fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.
Ársins Ambassadørur fyri ferðavinnuna er Birgit Andersen. Birgit hevur skipað fyri nógvum ráðstevnum og fundum hesi seinastu árini. Í 2018 skipaði hon fyri evropeisku ráðstevnuni Safe Settings og í 2019 norðurlendsku ráðstevnuni Developing Dialogue. – Birgit er ágrýtin og setur ein stóran heiður í at fáa ráðstevnur til Føroya, sigur Visit Faroe Islands.
Hinvegin fingu Magni Mohr og May-Britt Skoradal heiðurin av at hava skipað fyri ársins ársins ambassadørátaki í sambandi við ráðstevnuni, Football is Medicine.
Ráðstevnan hevði ein greiðan boðskap um, at tað er stuttligt at spæla fótbólt, og at tað heilsuliga kann loysa seg, eisini tá tú ert komin upp í árini.
– Við venjaraskeiðum og møguleika fyri at spæla fótbólt runt í býnum, fingu tey borgararnar at vera ein part av altjóða ráðstevnuni.
Jens Meinhard Rasmussen í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip fekk ein serligan heiður fyri at hava bjóðað stórum ráðstevnubýum sum Hong Kong og Istanbul av, tá Reiðarafelagið fyri Handilsskip bjóðaði altjóða reiðarafelagnum International Chamber of Shipping til Føroya at halda teirra árliga fund.
Felagsskapurin, sum vanliga heldur teirra fund á fimm-stjørnaðum hotellum, hildu hesaferð fundin í fimm-stjørnaðari náttúru, fimm-stjørnaðari frískari luft og við fimm-stjørnaðum føroyskum laksi. Og tey siga, at hetta eydnaðist framúr, og at luttakararnir vóru betri nøgdir enn nakrantíð, sigur Visit Faroe Islands.