Í gjár var hugnaløta í posthúskjallaranum í Havn, har fleiri starvsfólk á Teknisku deild hjá býráðnum høvdu rundar starvsdagar, bæði 10 ára starvsdagar, sum fleiri høvdu, tveir mans høvdu 20 ára starvsdag og tveir høvdu 30 ára starvsdag. Tað skrivar Tórshavnar Kommuna á Facebook.
– Uttan mun til um talan er um 10, 20, 30 ella kanska 40 ára starvsdagar, er hetta altíð ein staðfesting av, at fólk trívast í starvi hjá kommununi, segði Borgarstjótin, Annika Olsen, tá ið hon heilsaði teimum, og takkaði teimum fyri tíðina higartil.
– Onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum, Legði hon afturat.
Hon sigur at áhaldni í starvinum savnar vitan og royndir, og tað hevur so ómetaliga stóran týdning fyri Tórshavnar kommunu, nevniliga at vit vita, at okkara býur og alt tað, sum fær býin at virka, er í tryggum, dugnaligum, royndum og vælvandum hondum, segði hon.
Blómutyssi vórðu handað teimum, ið hildu 10 ára starvsdag, hesir vóru: Hjalmar Olsen, Jógvan Rubeksen, Bogi Dam, Niels A.T.E. Jensen, Bogi Hentze, Finn Clementsen, Alfred S.T. Haraldsen, Hans Nielsen, Vilhelm Jacobsen og Atli Simonsen.
Blómutyssi vórðu eisini handað teimum, sum hildu 20 ára starsdag, nevniliga Pól Jakobsen og Jóannes F. Clementsen
Teir báðir, sum høvdu 30 ára starvsdag, fingu hvør sína stóru gávukurv hvør og teir báðir vóru Frits Joensen og Viggo Christiansen.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði um Frits Joensen, at man kann kanska siga, at hann er ættleiddur úr Kollafirði, har hann var næstan sum ein lokalur sjeriffur áðrenn samanleggingina. Men hann hevur verið ein stórur fongur fyri Tórshavnar kommunu - og samanlagt hevur hann nú røkt starvið í 30 ár.
Um Viggo Christiansen segði hon at hann er maskinmeistari og kom at arbeiða hjá Tórshavnar kommunu fyri 30 árum síðan. Hann hevur verið leiðari fyri vatn- og gøtuljósdeildini í mong ár. Tað er Viggo við sínum fólki, sum tryggjar okkum reint vatn og bíligan rakstur av gøtuljósum við nýggjari tøkni, segði borgarstjórin.
Niðan fyri eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum