Heiðra Victor við standmynd

Sunnudagin klokkan 14 fara fuglfirðingar at heiðra Victor Danielsen við eini verður standmyndin, sum Hans Pauli Olsen, listamaður hevur gjørt. Avdúkingin fer fram á fríøkinum vestan fyri Siloa.

Fuglfirðingar hava lagt eina forvitnisliga skrá fyri dagin, bæði á sjálvum fríøkinum og eisini í Mentanarhúsinum.

Skráin fyri tiltakið við fríøkið við standmyndina er henda:

· Fuglafjarðar hornorkestur spælir

· Jóhan Heri Joensen, formaður í standmyndanevndini bjóðar vælkomin og greiðir frá arbeiðinum hjá nevndini.

· Sangur við Siloakórinum.

· Sigurð S. Simonsen, borgarstjóri avdúkar standmyndina.

· Sangur við Siloakórinum.

· Jógvan Fríðrikson, biskupur flytur fram røðu.

· Sangur við Stanley Samuelsen.

· Landsstýrismaðurin í mentamálum flytir fram røðu.

· Sangur við Hannis Hansen.


Eftir at hátíðarløtan við fríøkið er lokin umleið kl. 15.15, verður Mentanarhúsið opið fyri almenninginum, har býráðið bjóðar kaffi/te og smákøkur.

Kl. 16 verður fyrilestur hildin í Mentanarhúsinum av Zacharis Zachariassen um trúboðaran og mentamannin Victor Danielsen. Umframt fyrilesturin verður sangløta við eitt nú Siloakórinum, Lakjubrøðrunum, Hannis Hansen og Stanley Samuelsen.

Somuleiðis letur framsýning um Victor Danielsen, upp í Ribarhúsi eftir at hátíðarløtan er lokin. Talan er um somu framsýning, sum sýnd varð fram á 100 ára føðingardegi hansara í 1994.

Sambært avtalu við Kringvarp Føroya verður sjónvarpssendingin, sum gjørd og send varð í 1994 um Victor endursend kl. 20 sunnukvøldið. 


Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum!