Heiðursmerki til føroyskar svimjarar í Íslandi

Tveir føroyskir svimjarar hava verið við í Íslandsmeistarakapping í svimjing fyri fólk við tarni.

 

Talan er um Kristu Mørkøre úr Ægir og Ragnvald Jensen úr Havnar Svimjifelag.

 

Krista Mørkøre vann ikki færri enn fimm gullheiðursmerki og eitt silvur heiðursmerki.

 

Umframt hetta setti hon persónlig met í 50 m frísvimjing, tá hon kom á mál við tíðini 32,47 sekund.

 

Eisini á 100 m teininum í somu grein setti hon persónligt met við tíðini 1 min 11,34 sek.

 

Ragnvaldur stóð seg eisini væl og vann fleiri heiðursmerki 4 silvur og 1 bronsu, men í hesum umfari megnaði hann ikki at seta nakað persónligt met.

 

Kappingini í Íslandi endaði sunnudagin, men Ragnvaldur verður verandi í Íslandi saman við venjara sínum, har teir fara á venjingarlegu við Havnar Svimjifelag.