Heiðursmerkini verða handað

27. og síðsta umfar í Formula deildini og 1. deild eru á skránni seinnapartin. Tað er avgjørt, at EB/Streymur er meistari og at HB er silvurvinnari. Eitt sindur av spenningi er um bronsumerkini.

Tað er eisini avgjørt, at Skála og B71 skulu flyta niður.

Í 1. deild er avgjørt, at 07 Vestur og AB flyta upp, at VB/Sumba vinnur bronsumerkini og at KÍ og EB/Streymur flyta niður.

07 Vestur og AB kappast seinnapartin um, hvør teirra skal hava gullkrónurnar, og hvør skal standa eftir við silvurmerkjunum. Men bæði liðini hava tryggjað sær uppflyting.

 

Sambært veðurforsøgnini fer vindurin at vaksa seinnapartin av útnyrðingi. Tað verður klárari, men tað verða eisini ælingar, og tað er møguleiki fyri, at teir eisini kunnu verða hvítir. Hitin fer at liggja millum 4 og 8 stig.

 

Formuladeildin - kl. 15.30

ÍF-B71: Ransin Djurhuus

Víkingur-KÍ: Eiler Rasmussen

NSÍ-Skála: Páll Augustinussen

EB/Streymur-HB: Petur Reinert

B36-B68: Lars Múller

 

EB/Streymur 54

HB 48

B36 45

NSÍ 44

Víkingur 41

B68 36

ÍF 30

KÍ 27

B71 22

Skála 19

 

1. deild - kl. 13.00

VB/Sumba-EB/Streymur: Rói Jacobsen

NSÍ-Víkingur: Georg Rasmusen

HB-07 Vestur: Høgni Hansen

TB-KÍ: Alex Troleis

B68-AB: Bárður Mortensen

 

07 Vestur 62

AB 61

VB/Sumba 56

TB 52

Víkingur 30

B68 25

HB 24

NSÍ 23

EB/Streymur 20

KÍ 19