Heidi gevur okkum møguleikar

Tað sigur venjarin hjá kvinnulandsliðnum um Heidi Sevdal, ið er tøk aftur eftir leikbann

Landsliðsvenjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Jón Pauli Olsen, fegnast um, at hann aftur hevur Heidi Sevdal tøka, eftir at hon sat yvir við leikbanni í javnleikinum móti Bosnia Hersogovina leygarkvøldið.

 

Hoyr samrøðuna við Jón Paula Olsen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Tað gevur okkum nakað heilt annað at spæla upp á. Hon er ótrúliga skjót og hevur nógva orku. Har fáa vit ein eyka møguleika í álopinum. Samstundis kunnu vit flyta runt við onkrum av hinum spælarunum, sigur landsliðsvenjarin.

 

Føroyska liðið spældi ein góðan dyst móti Bosnia Hersogovina, men tað tykist púra vist, at Heidi Sevdal byrjar inni í kvøld. Eisini gjørdu báðir innskiftu spælararnir tað gott. Sostatt hevur landsliðsvenjarin eina torføra uppgávu at velja ellivu teir bestu.

 

-       Eg vil ikki kalla tað ein trupulleika. Tað er gott at vit hava fleiri spælarar, sum eru javnir. Tað bleiv eisini kjastast nógv um hvør skuldi byrja inni seinast, og tað síggja vit bara sum nakað positivt, at vit hava fleiri góðar spælarar, sigur Jón Pauli Olsen.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19. Tað er ókeypis atgongd.