Heidi gjørdi eitt gylt comeback

Hóast hon undan Danish Open segði, at kappingin var ein liður í venjingini hjá henni, so svam Heidi Andreassen seg til fimm gullmerki í altjóða kappingini í Esbjerg

Svimjing

Var talan um ein venjing, ja, so gjørdist tað ein gylt venjing hjá Heidi Andreasen.
Um vikuskiftið var hon við í Danish Open í Esbjerg, og ÍSB-svimjarin kom heim aftur til við fimm gullmerkjum. Hetta var fyrsta altjóða kappingin hjá henni síðani 2004, so talan var um eitt rimmar comeback.
Undan kappingini segði Heidi, at kappingin í Esbjerg var ein liður í venjingini hjá henni, og tí snúði tað seg ikki fyrst og fremst um at vinna, men at koma í gongd aftur við kappinginar og fáa nakað burturúr.
Heidi viðurkendi tó, at hon altíð royndi at vinna heiðursmerki í eini kapping, og tað fór hon eisini at royna í Esbjerg.

Bara gull
Heidi Andreasen var við í fimm kappingum, og hon vann gull í øllum.
Fríggjakvøldið legði hon fyri við at vinna kappingina í 100 metra frísvimjing við tíðini 1.11,58.
Leygardagin vóru tríggjar kappingar  og tríggjar gull  á skránni. Heidi svam 100 metrar rygg, 200 metrar frí og 400 metrar frí.
Og sunnudagin varð punktumið sett við kappingini í 50 metrar frísvimjing, har Heidi vann við tíðini 32,93 sekund.
Harafturat var Heidi við í trimum sokallaðum multifinalum, og har gjørdist hon tvær ferðir nummar 2 og einaferð nummar 3.
Heidi Andreasen fyrireikar seg til HM í Suðurafrika síðst í novemnber, og ætlanin er, at hon skal verða við í onkrari altjóða svimjinkappingar afturat áðrenn tað. Millum annað er upp á tal, at hon skal verða við í British Open í juli mánaði