Heidi á venjingarlegu

Hósdagin fór Heidi Andreasen til La Santa Sport í Lanzarote á venjingarlegu.

Venjari hennara er Kristian Martin Joensen – venjari í Havnar Svimjifelag.

Umstøðurnar í La Santa Sport eru sera góðar. 50 metra hylur – uttandura. Harumframt er møguleiki at venja styrkivenjing av ymsum slag. Sera mong ítróttafólk eru har um summarið fyri at fyrireika seg til ymsar kappingar. Heidi vandi har saman við donskum svimjarum í juli 2002, so hon kennir staðið.

Nú eru bert 11 vikur eftir til Paralympisku leikirnar í Beijing, og Heidi hevur valt at svimja burturav. Hon hevur annars arbeitt hjá Nordoya Sparikassa hálva tíð, men nú vil hon nýta alla sína orku til svimjingina. Venjingin til kappingar á altjóða støði krevur sjálvsagt ómetaliga nógv. Heidi skal á tvær aðrar venjingarlegur í næstum.

Hon hevur framvegis trupulleikar við oyrunum, men hon er viljasterk og venur móti málinum: At gera sítt besta – enn einaferð!