Starvsfólk blivu heiðrað áramálssetanum á 10, 25, 35 og 40 ár. Borgarstjórin heiðraði ymsu starvsfólkini.
Karl H. Johansen, borgarstjóri, boðaði frá at hann hevði fingið bræv frá Fríðriki kongi. Í brævinum stóð, at tað líkaði kongi at heiðra Gunnleyg K. Dánjalsson við Fortjenestemedaljen, eftir at hava starvast hjá Klaksvíkar kommunu í samfull 40 ár.
Ernst Vágsgarð varð eisini heiðraður við Fortjenestemedaljen - Hann hevur verið sløkkiliðsmaður í samfull 40 ár á Klaksvíkar Sløkkiliði. Heiðurin er elsta heiðursmerkið í danska ríkinum. Christian kongur 7. setti fortjenestemedaljuna á stovn 16. mai 1792.