Løgreglan í Phoenix í Arizona kannar í hesum døgum, hvussu ein kvinna, sum ikki hevur verið vakin – men heiladeyð - í meira enn tíggju ár, kundi gerast við barn og føða barnið.
Málið verður nú kannað av løgregluni sum kynslig valdsgerð.
Tað var starvsfólkið á Hacienda Healthcare í Phoenix, sum fann út av, at kvinnan var við barn og føddi barnið í endanum av desember, skriva fleiri miðlar og millum hesar eisini ABC News.
Eftir at málið er meldað, kannar løgreglan í býnum nú, um kvinnan hevur verið fyri einari valdsgerð, og talsmaður fyri sjúkrahúsið sigur, at tey í allar mátar vilja samstarva við løgregluna, soleiðis at tann, sum hevur forbrotið seg móti kvinnuni, verður funnin.
- Vit eru nýliga vorðin kunnaði um hetta skelkandi og ørkymlandi mál, sum dregur við sær heilsu og trygd hjá einum búfólki í Hacienda Healthcare. Vit fara at samstarva við myndugleikarnar og øll onnur viðkomandi, sum fara at royna at uppklára hetta mál, sigur talsmaðurin fyri Hacienda Healthcare í Phoenix.
Sambært ABC News hevur kvinnan, sum føddi ein frískan drong hin 29. desember, í fjør verið á stovninum í meira enn tíggju ár, eftir at hon endaði sum heiladeyð eftir eina druknivanlukku.
- Einki av starvsfólkunum visti, at kvinnan var við barn, fyrr enn føðingin var í gongd, sigur ein kelda á sjúkrahúsinum við lokalu tíðindatænastuna - KPHO – í Phoenix. Keldan leggur aftrat, at soleiðis, sum hon hevur skilt tað, byrjaði kvinnan at eymka seg, og starvsfólkið visti ikki, hvat var á vási.
Heiladeyða kvinnan hevur ikki havt nakran møguleika at verja seg móti einari kynsligari valdsgerð, og hon hevur heldur ikki havt møguleikar at samskift við starvsfólk um, at hon var við barn.
Eftir tilburðin er sjúkrahúsinum álagt strangari krøv fyri, hvussu tey innløgdu skulu hjálpast, og sambært The Arizona State Department of Health Services skulu mannfólk, sum eru í starvi, ikki longu vera einsamøll í rúmi við kvinnuligum sjúklingum.
Guvernørurin í Arizona, Doug Ducey, hevur eisini gjørt vart við seg í samband við málið og sigur, at hendingin er sera órógvandi.
- Okkara avgjørdi prioritetur er sjúklingatrygd og við tí, sum er hent, noyðast við at eftirmeta trygdina, og vit vilja gera alt fyri, at trygdarreglurnar eru í lagi, sigur Doug Ducey.