Heildarmyndin verður gruggað

Bjørn Kalsø heldur, at málið viðvíkjandi bjargingini av Jøkulfelli er blást alt ov nógv upp. Sjálvur sigur hann seg hava fult álit á umsiting sínari, men at føroyska tilbúgvingin fyri tað bæði kann og verður betrað

Tilbúgving

- Bæði undan og eftir kanningina av Jøkulfell-bjargingini hevði eg ta fatan, at arbeiði hevði gingið væl. Sjálvandi eru lutir, sum kunnu betrast, og tað verður eisini arbeitt við hesum. Men at leggja málið út, sum um alt gekk illa, er at blása málið heilt út av proportiónum.
Tað heldur Bjørn Kalsø, nú tað aftur verður sáddur ivi um handfaringini av nógv umrøddu bjargingini. Bæði handfarinini av sjálvum bjargingararbeiðnum, og nú eisini politisku handfaringini av málinum.
Við politisku handfaringini verður serliga sipað til fyrispurningin, sum Torbjørn Jacobsen, tingmaður, setti á tingið, har hann vildi hava at vita, hvørt løgmaður visti nakað um málið, áðrenn fyrispurningurin varð reistur á tingið.
Essensurin í hesum er helst meira av politiskum slag enn nakað annað. Tí tað, sum tingmaðurin her í veruleikanum vil hava at vita, tykist vera, um upplýsingar vóru fjaldar fyri tinginum, inntil ein óheft kanning varð sett í verk.

Málið er gruggað
Sum svar upp á fyrispurningin segði løgmaður, at hann hevði ikki hoyrt um trupulleikarnar í bjargingini, fyrr enn fyrsta fyrispurningin frá Torbjørni Jacobsen. Og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum sigur framvegis, at heldur ikki hann visti um nakrar trupulleikar undan hesum.
Hetta seinasta tykist undra fleiri. Ikki minst tá Sjónvarpið í Degi og Viku kundi staðfesta, at umsitingin hjá Bjørn Kalsø var kunnað um hetta longu sama dag, sum bjargingin varð framd.
- Tað er sjálvandi rætt, men akkurát hatta haldi eg var at taka eitt brot úr heildini. Sjálvandi verður ein eftirmeting gjørd í hvørjum einstøkum føri, og eg verði eisini kunnaður um tey mál, sum umsitingin heldur hava størsta týdningin. Í hesum førinum hevur tó ikki verið mett, at júst tann upplýsingin var so átrokandi neyðug at geva mær, og tað er so tað. Sjálvandi kann tað hava verið ein skeiv meting, men eg má siga, at eg eri sera fegin um, at eftirfylgjandi kanningin frá Norsk Veritas staðfestir, at bjargingin í flestar mátar gekk væl. Og tað haldi eg eisini er undirstrikað av, at bæði MRCC og Færøernes Kommando eftirfylgjandi hava fingið stórt rós fyri sín leiklut í bjargingini.
- At sama kanning so eftirfylgjandi er taglað sundir í bitar, har ting eru tikin úr heildini, soleiðis at tey skulu líkjast einum lemjandi kritikki, er at grugga málið púrasta til, sigur Bjørn Kalsø.
Men eftirfylgjandi ber væl til at siga, at tú skuldi verið kunnaður um trupulleikarnar. Millum annað við tyrlutilbúgvingini. Kanst tú sum landsstýrismaður hava álit á umsitingini eftir hetta.
- Tað haldi eg avgjørt. Og fatanin her í húsinum hevur verið og er framvegis, at arbeiðið viðvíkjandi Jøkulfell gekk væl. Sjálvandi er tað harmiligt, at upplýsingar koma fram á tann hátt, at ein tingmaður hevur fingið eitt tipp um nakrar upplýsingar, sum eg ikki havi. Og gekk tað rætt fyri seg, so máttu tær upplýsingar heldur komið til mín, enn at leka út til aðrar partar.