Heilin og undurbara verk hansara

Partar av heilanum eru kortlagdir, t.d. teir partar, sum hava eftirlit við rørslum okkara og sansunum.

 

Partar av heilanum eru kortlagdir, t.d. teir partar, sum hava eftirlit við rørslum okkara og sansunum.

Men heilin er enn sum eitt kort yvir Afrika frá miðju nítjandi øld. Har eru enn myrkaløgd og ókend støð.

Her fer fram administratión av impulsum. Tað er her, vit hugsa logiskt, her fremja vit skaparevni, her yrkja vit, og her »fara vit av vitinum«.

Í 19. øld fataðu fólk tilvitanina, sum onkra spennandi ókenda maskinu, sum kundi samanberast við táverandi tøkniligu vitan, sum var rættiliga nýggj.

Tey hildu tað vera náttúrligt at brúka teknisk heiti.

»Trýst - spenningar - tyngd - ein skrúva leys« o.s.fr. Tíverri fanst eingin eykalutagoymsla, tá tað »kiksaði« í heilanum.

Einki nýtt tannhjól.

Í dag samanbera vit við dátutól, ein sera framkomin ravmagns innlegging, vit tosa um at koma »í kontakt við« - vit kunnu eisini fáa eina nýggja løðing.

Tíanverri er eingin knappur at trýsta á, sum kann »slíta streymin«, so framtíðin, sum nú fullkomiliga er broytt tøkniliga, fer at gera gjøldur úr okkara fornu málbering um heilan.

Men vit kunnu byrja við at samanbera heilan í dag við eina teldu, sum frá byrjan hevur eina sera einfalda skrá samanborið við ein flytifugl sum hvørt ár fer á langferð, hóast eingin sigur honum, hvar hann skal.

Tað er ómetaliga skjótt hjá okkara teldu at taka upp nýggjar torførar skráir, til vit koma í ein miðalaldur. Tað vil í veruleikanum siga, at vit hava »lagrað« skráir í áravís, soleiðis at vit liggja inni við eini rúgvu av vitan. So hendir tað viðhvørt, at okkurt verður í ólagi, t.d. heilabløðing.

Fyrr hevur verið sagt - ógvuliga ofta, at einki er at gera, tí talisentrið liggur júst har, sum brekið er íkomið.

Í dag verður arbeitt nógv uppá at fáa aðrar partar í heilanum at yvirtaka arbeiðið, sum aðrir partar fyrr hava gjørt.

Tað, sum er av størsta týdningi er, at sjúklingurin fær góða taliviðgerð skjótast gjørligt.


Næstu ferð: Frálæran.