Í sambandi við, at landsstýrið nú skjótt fer undir samráðingar við ES um eina heilsufrøðiliga avtalu sum partur av handilssáttmálanum, hevur Løgmansskrivstovan boðið tveimum íslendskum serfrøðingum til Føroya at kunna heilsufrøðiligu samráðingarnevndina í Føroyum um, hvørjar royndir Ísland hevur á hesum økinum. Íslendsku serfrøðingarnir, Brynjolfur Sandholt og Gylfi Gautur Pétursson, vóru oddamenn hjá Íslandi tá ið EBS-avtalan varð endurskoðað til eisini at fevna um heilsufrøðiligt eftirlit.
EBS-avtalan á hesum økinum verður fyri Ísland avmarkað til fisk, skeljafisk og fiskavørur. Hetta merkir, at Ísland verður at rokna sum ES-limur, tá ið tað snýr seg um heilsufrøðiligt marknaeftirlit við fiski og fiskavørum. Tað sama er galdandi fyri Noreg, men í mun til íslendingar hava norðmenn ikka avmarkað sín part av EBS-avtaluni til fisk, og ætla teir eisini at innføra ES-reglurnar fyri heilsufrøðiligt eftirlit við landbúnaðavørum.
Brynjolfur Sandholt var landsdjóralækni í Íslandi í meira enn tíggju ár. Hann byrjaði í 1989 sum høvuðsráðgevi á heilsufrøðiliga økinum í samráðingunum hjá Íslandi um EBS-avtaluna og eisini í Uruguay-umfarinum av GATT-samráðingum. Sum einasta umboð fyri landbúnaðmálaráðið hevði hann ein týðandi leiklut í samráðingunum um heilsufrøðiliga partin av EBS-avtaluni. Brynjolfur Sandholt arbeiðir í løtuni við eini verkætlan fyri EFTA Eftirlitsmynduleikan í Brússel, sum hevur við lóggávu um heilsufrøðilig viðurskifti at gera.
Gylfi Gautur Pétursson er løgfrøðingur, sum síðani apríl 1997 hevur starvast sum stjóri á løggildingarstovu Íslands. Frá 1984 arbeiddi hann í íslendska fiskimálaráðnum, har hann millum annað var umboð í samráðingunum við ES um heilsufrøðiliga partin av EBS-avtaluni og tá serliga við atliti til, hvussu marknaeftirlitið hjá Islandi skuldi lagast til ES-reglurnar.
Í sambandi við vitjanina verður ein almennur fyrilestur á Parnassinum á Hotel Hafnia mánakvøldið 16. november kl. 1900. Íslendsku gestirnir fara at greiða frá royndunum hjá Íslandi á hesum økinum, bæði hvat ið samráðingum og avleiðingum av avtaluni viðvíkur. Fyrilesturin verður hildin á enskum.