Á fundi í Oslo við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í uttanlandsmálum, lovaðu norðmenn, at heilsufrøðiligu trupulleikarnir verða loystir stutt eftir ársskiftið
Jørgen Niclasen fegnast um gongdina í málinum.
Hann staðfestir, at vit hava verið í samskifti við Noreg í fleiri ár um trupulleikarnar í sambandi við okkara útflutning. Og loksins røkist fyri, at formligi heilsufrøðiligi sáttmálin við Noregs er við at koma undir land.
- Hetta hevur serligan týdning fyri føroyskan útflutning av heilivági og fiskafóðri til Noregs, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.
Á fundum í Oslo fríggjadagin við Jonas Gahr Støre, uttanríkisráðharra, og Heidi Grande Røys, norðurlendskan samstarvsráðharra, hevur Jørgen Niclasen viðgjørt norðurlendskt samstarv, føroyskan EFTA limaskap og handilsviðurskifti landanna millum.