Heilsumessan ? Vælverudagar - fyri likam og sá

   

Í døgunum 21. og 22. mai verður skipað fyri stórari heilsumessu. Messan verður í Eysturskúlanum í Tórshavn. Heiti á messuni verður: Vælverudagar ? fyri likam og sál.
Ætlanin er at fáa fólk og fyritøkur sum arbeiða við heilsu - í víðasutu merking - at vera við á messuni. Tey kunnu leiga ein bás ella eitt borð og har møta sínum komandi kundum ella klientum.
Messan vendir sær til almennu fjøldina og fyri at gera tiltaki áhugavert fyri so mong sum gjørligt, verður skipað fyri fyrilestrum og demonstratiónum av ymsum slag. Møguliga fer ein lítil sjónleikur, við heilsu sum evni, at vera framførdur. Helst fara eisini fleiri av luttakarunum at bjóða fólki at royna ymsar viðgerðir og møguleikan at kunna keypa ymiskar heilsuvørur til messuprís.
Fyrireikararnir vilja hava eina so breiða messu sum gjørligt. Tey ætla at øll sum arbeiða við heilsutænastum, og sum hava hug at møta almenninginum á einari messu, skulu vera vælkomin. Hugsað verður bæði um sálarliga, likamliga og sosiala heilsu. Einasta avmarkingin verður pláss. Um fleiri luttakarar bjóða somu tænastur verður neyðugt at lata tey sum melda seg fyrst fáa kjansin. Fyrst til mylluna?