Heilsumyndugleikar mæla øllum frá at eta grind

Grind økir um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku, hækkar blóðtrýstið og førir til æðkálking í lívæðrum. Tí mæla heilsumyndugleikar øllum frá at eta grind yvirhøvur - Tað er við sorgblídni, at hetta tilmælið verður givið. Grindin hevur tænt føroyingum væl í mong hundrað ár og man eiga lívið í mongum føroyingi gjøgnum øldirnar. Men tíðir og umhvørvi broytast, og tí meta vit tað heilsufakliga neyðugt við hesum tilmæli.

Hetta skriva Høgni Debes Joensen, landslækni, og Pál Weihe, yvirlækni, sum hevur granskað nógv á økinum, í tíðindabrævi til fjølmiðlarnar.

Teir vísa í høvuðsheitum á tveir vandar við at eta grind. Tann fyrri er, at dálkingarevni í grindini tykist at økja um vandan fyri at fáa Parkinsonsjúku hjá teimum, ið eta grind ofta. Og tann seinna orsøkin er vandin fyri, at blóðtrýstið hækkar og kálking í hálslívæðrum verður økt hjá fólkum við nógvum kyksilvuri í kroppinum.

Í løtuni verða kanningar gjørdar, av tí at illgruni er um, at nøringarevnini minka orsakað av dálkingarevnum í grind og spiki.