? Vit hava kannað teir møguleikar, sum eru. Men eftir, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ringdi mikumorgunin er tað heilt greitt, at eingin møguleiki er at keypa.
Mikumorgunin slepti Heilsufrøðiliga Starvsstovan eini bumbu í Vágum.
Nú Fiskavirking ætlar at lata virkið í Miðvági aftur, hava miðvingar endavend hvørjum tanka fyri at finna útvegir fyri at tað kann varðveitast.
Og tað dylist ikki, at ein møguleiki hevur verið, at keypa virkið.
Men tann møguleika setti Heilsufrøðiliga Starvsstovan væl dyggiliga fót fyri mikumorgunin.
? Heilsufrøðiliga Starvsstovan ringdi av sær sjálvum, og gjørdi púra greitt, at skifti virkið í Miðvági eigara, skuldu øll ES-krøv lúkast fá fyrsta degi.
Annars høvdu miðvingar gingið í tí lukkuligu trúgv, at bara steðgur ikki kom í framleiðsluna, høvdu teir eitt ávíst áramál at gera virkið ístand í.
Men so er ikki longur.
? Dánjal Klein Chistiansen á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ringdi vestur mikumorgunin, og segði, at ætlanin var at tátta í við flakavirkjunum, tí støðið varð fallið so nógv seinastu árini, sigur Dánial Johannesen.
Hann sigur, at í veruleikanum beinir hetta fyri møguleikanunum hjá teimum at keypa virkið, tí teir meta, at tað fer at kosta einar tríggjar milliónir at gera virkið ístand.
Dánial Johannesen sigur, at teir hava roynt at gera sína ávirkan galdandi allastaðni, har tey hava kunnað.
? M.a. ringdi eg til løgmann týskvøldið, og greiddi honum fá støðuni.
? Hann lovaði at tala okkara søk. Men tað einasta, vit fingu burturúr, var, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ringdi morgunin eftir og setti okkum knívin á barkan.
Einasta bjarging
Sostatt er Fiskavirking nú okkara einasta bjarging.
? Nú er onki at gera uttan at fáa Fiskavirking at ganga frá ætlanini at lata virkið aftur.
Hann kann heldur ikki hugsa sær, at tað skal verða heilt ómøguligt, tí virkið í Miðvági er eitt av teimum fáu virkjunum, sum hava givið avlop, meðan nógv onnur virki hjá Fiskavirking hava givið undirskot.
Kári á Presttrøðni, sum er formaður á virkinum, sigur, at fá virki hava so gott skiftisavlop, sum virkið í Miðvági. Men hann vil ikki siga, hvussu stórt tað er.
Síðani Fiskavirking byrjaði fyri fýra árum síðani, hevur virkið í Miðvági givið sjey miljónir í avlopi til Fiskavirking
? Men stendur Fiskavirking við sítt, er onki at gera uttan at leggja politiskt trýst á teir.
Skal ikki eydnast
Teir báðir halda, at tað kann ikki vera meiningin, at Fiskavirking skal sleppa at knasa allan útjaðarin í Føroyum.
? Fiskavirking hevur stongt virkini í Vági, Sandi, Skopun, Sørvági, Strondum, í Vík, Fuglafjørði og kanska onkur onnur við.
Kári á Presttrøðni sigur, at teir ætla avgjørt ikki, at henda herðferðin hjá Fiskavirking ímóti útjaðaranum í Føroyum skal hepnast í Miðvági eisini.
Teir siga ætlanin er at fara mannsterk til Havnar, helst fyrst í komandi viku at halda fundir við Framtaksgrunnin, nevndina í Fiskavirking og lítlu samgongu
? Við í hesi sendinevndini verða umboð fyri flakavirkið, bygdaráðsformaðurin í Miðvági og tann í Sandavági, umboð fyri arbeiðarafeløgini, og helst okkurt umboð fyri felags kommununa eisini.
Annars halda tey heilt avgjørt, at hetta er eitt politiskt mál.
Kári á Presttrøðni sigur, at tað er skeivt at leggja tað út sum um tað bara eru 80 fólk, tað snýr seg um.
? Tað snýr seg um 80 húski. T að snýr seg um eini 300 fólk beinleiðis.
Harafturat kemur alt tað avleidda virksemið, sum eisini verður rakt.
? Lutfalsliga í arbeiðsplássum svarar tað at niðurleggja virkið í Miðvági tl at niðurleggja landssjúkrahúsið í Havn. Hetta er so álvarsligt. Og tað eru so nógvir almennir pengar uppií, at hetta má avgjørt sigast at vera eitt politiskt mál, sigur Kári á Presttrøðni.