Tað staðfestir granskingin.
Hesi tøl siga alt um, hvussu týdningarmikið tað er, at menna samstarvið millum heim og skúla, og at vit foreldur vísa áhuga fyri tí, sum hendir á dagstovnum og í skúlum.
Tað besta tú kanst geva barni tínum við í skúla er tín áhuga fyri skúlanum.
Tað eru hvørki pengar, dýrar skúlataskur ella onnur litføgur “gadgets”, sum eru avgerðandi.
Sýnir tú áhuga, kemur tú á fundir, vilt tú seta stundir av til skúlasamstarv, og at koma at kenna floksfelagar barnsins og foreldur teirra, so mennir tú læruumstøðurnar hjá tínum barni meira enn nakar droymir um, og so lærir barn títt meira og betri.
Tað snýr seg ikki um hvør tú ert, men hvat tú gert!
Hetta sigi eg ikki fyri at sleppa fólkaskúlanum ella myndugleikum undan ábyrgd, men fyri at vísa á, at vit skulu menna bæði skúlastýrini og serliga felagsskapin “Heim og skúla”.
Foreldrini eru ein risastór ressursa, sum vit skulu duga nógv betri at gagnnýta. Tí mugu vit ongantíð skýra foreldur at vera ressursuveik. Tí hevur annar parturin í einum samstarvi fatanina, at hin er ressursuveikur – so ber tað javnbjóðis samstarv ikki til.
Pisa-kanningin
Pisa-kanningarnar vísa eisini, at tað serliga er leikluturin hjá mammuni, og førleiki hennara at stimbra barnið, sum sæst aftur í góðum ella vánaligum Pisa-úrslitum. Okkara úrslit kundu sum kunnugt verið betri, tað vita vit. Tíbetur hóma vit tó longu nú eina framgongd.
“Heim og Skúli”
Sum landssýriskvinna í Mentamálum havi eg gjørt mær ómak at fáa eitt gott samstarv í lag við skúlastýrini. Somuleiðis havi eg lagt dent á at menna samstarvið við felagsskapin “Heim og skúla”.
Tað er umráðandi at hesin felagsskapur fær betri umstøður at útinna sítt virksemi. Og allarbest um tað eydnaðist okkum at útvega eina játtan, so at tey veruliga fingu farið um alt landið við tí íblástri til samstarv millum heim og skúla, sum tey brenna fyri. Serliga nú skúlareformur stendur fyri framman, er tað neyðugt, at vit fremja broytingar í samstarvi við foreldrini.
Um tað er satt, sum granskingin sigur, at 70% av læringini standa vit foreldur fyri, so er ein íløga í samstarvið millum heim og skúla gull verd.