Heim og Skúli í norðurlendskt samstarv

Føroyska felagið Heim og Skúla er vorðin partur av norðurlendska foreldrasamstarvið NoKo. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi í dag.


- Endamálið við samstarvinum er at gagnnýta royndir og vitan millum foreldur, næmingar og skúlar í limalondunum. Vit, skúlarnir í norðurlondum, eru eins á fleiri økjum, og er tað mennandi at kunna vitanardeila við onnur foreldrasamstørv, sigur Jóngerð M. Nielsen, forkvinna í Heim og Skúli.


Heim og Skúli byrjaði sítt virksemi í 2006, og er nevndin umboðað av foreldravaldum skúlastýrisumboðum á skúlum runt um í Føroyum. Fíggjarliga verður nevndin stuðlað við eini árligari upphædd frá Mentamálaráðnum.


NoKo gleðist um samstarvið við føroyingar, sigur Gunn Iren Muller frá norska Foreldreutvalget for grunnopplæring, sum er forkvinna í NoKo.


- Tað er gevandi fyri allar partar, at fáa innilit í og hoyra um royndirnar úr lítla oyggjasamfelagnum innan foreldra og skúlasamstarv, sigur Gunn Iren Muller.


Gunn Iren Muller vónar, at foreldur úr Føroyum fáa møguleikan at luttaka á norðurlendsku ráðstevnuni hjá NoKo sum verður í Oslo í septembur 2018.