Við hesum heitir Heimafriður á kommunurnar um at tryggja borgarum sínum jólafrið.
Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk hava ikki fingið heimafrið á jólum. Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggjað úr egnum heimi á jólum.
Felagið heitir tí staðiliga á kommunurnar, sum varða av havnunum, um saman við reiðaríunum at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.