7 føroysk met, 10 juniormet, 19 gullheiðursmerki, 10 silvurheiðursmerki og 11 bronsuheiðursmerki.
Tað gjørdist medaljusavnaðurin hjá føroysku svimjarunum í Reykjavík International Games um vikuskifti, sambært svimjing.com.
Sunnudagin hildu føroysku svimjararnir á við góðu svimjingini, settu 6 nýggj met og vunnu 18 heiðursmerki afturat teimum 11 metunum og 22 heiðursmerkjunum, sum teir vunnu fríggjadagin og leygardagin.
Stóri vinnarin hesar dagarnar hevur verið Sára R. Nysted. Átta gullheiðursmerki í bólkinum fyri 14 ár og yngri, trý føroysk juniormet, umframt eitt silvurheiðursmerki og tvey bronsuheiðursmerki í opna bólkinum, tekur hon við sær heimaftur til Føroya.
Tó so, aðrir svimjarar hava ikki ligið á latu síðuni. Hugin Næs Lave vann fýra gullheiðursmerki, eitt silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki fyri 14 ár og yngri, meðan Rói Bech vann tvey gullheiðursmerki og eitt silvurheiðursmerki, eisini í yngra bólkinum. Tey trý umboða øll SuSvim í Føroyum.
Ásbjørg Hjelm úr Ægum smæddist heldur ikki burtur. Hon vann trý gullheiðursmerki, setti fýra føroysk met og fimm juniormet.
Hinir føroysku svimjararnir, ið settu met og vunnu heiðursmerki vóru:
Róland Toftum, eitt gullheiðursmerki, eitt bronsuheiðursmerki og eitt føroyskt juniormet.
Alvi Hjelm, trý silvurheiðursmerki, eitt bronsuheiðursmerki.
Signhild Joensen, eitt silvurheiðursmerki, tvey bronsuheiðursmerki og eitt føroyskt juniormet.
Eyðbjørn Joensen, eitt silvurheiðursmerki, tvey bronsuheiðursmerki.
Óli Mortensen, eitt silvurheiðursmerki og eitt føroysk met.
Brynhild Johannesen, eitt silvurheiðursmerki.
Cecilia Wigant Eysturdal, eitt bronsuheiðursmerki og tvey føroysk met.
Rani Jacobsen, eitt bronsuheiðursmerki.