Sigvald Kristiansen
Endamálið við heimahjálpini var at veita stuðul heima til tey, sum ikki orkaðu ella ikki vóru før fyri at klára síni egnu viðurskifti í egnum húsi, so at tey sum tey flestu ynskja kundu vera búgvandi heima undir sømiligum viðurskiftum. Hóast hesa hjálp, so eru tað kortini út ímóti 10% av øllum pensjónistum, sum eru so illa fyri, at tey noyðast at fáa meira umsorgan og hjálp á einum sambýli ella røktarheimi, og tíbetur eru tað komin fleiri tílík pláss tey seinnu árini, kommunum og landsmyndugleikum fyri at takka.
Størsti parturin av fólkapensjónistum eru tíbetur so væl fyri, at hesi klára seg sjálvi við góðari hjálp frá familju og avvarðandi í teirra egna heimi. Í Árbók fyri Føroyar 2004 stendur, at tað eru 5.516 fólkapensjónistar, og í árbókini fyri 2003 stendur, at tað eru 1.144 fólk, sum fáa heimahjálp, tað vil siga umleið 20% av pensjónistum fáa heimahjálp.
Fólk søkja ikki um heimahjálp, fyrr enn tey hava brúk fyri henni. Eg havi dømi um, at bæði 85 ára gomul og enntá 90 ára gomul, sum hava søkt heimahjálp fyri fyrstu ferð, hava fingið avslag, tí eingir pengar eru til. Kunnu vit bjóða okkara allar elstu tílíkt?
Og nú verður biðið um fleiri pengar til umsiting av Heimarøktini! Landsfelag Pensjónista hevur í áravís víst á, at tað er neyðugt við fleiri pengum til Heimahjálpina, til hjálp í heimunum, so tey gomlu kunnu vera longri í teirra egna búðstaði og umhvørvi.
Í somu árbók fyri 2004 sæst, at í 1999 fekk Heimarøktin 67.693 mill. kr., í 2003 106.044 mill. kr., eg havi ikki talið fyri 2004, tað er ivaleyst upp aftur hægri, men hetta er so ein vøkstur uppá umleið 40 mill. kr. uppá 4 ár til Heimarøktina, men Heimahjálpin er skerd øll hesi árini, har tíðin til tann einstaka brúkaran er stytt, og heimahjálparar eru uppsagdir, og nú í 2005 fáa 85 og 90 ára gomul avslag uppá heimahjálp!
Trivnaðarnevndin er á beinari leið, tá hon mælir til ikki at hækka pening til umsiting, men heldur lata hendan pening koma brúkaranum til góða, tað er uppá tíðina. Hvussu leingi skal ein 85 ára gamal og ein 90 ára gamal bíða eftir at fáa síni sjálvsøgdu rættindi? Vit siga okkum vera eitt vælferðar samfelag, lat tað verða víst í verki.