Johs. Andr. Næs
???????
Moe kemur sum trúboðari í 1904
Um ferðina til Føroya í 1904 við sluppini »Norðstjørnuni« sigur Moe í dagbók síni, at ferðin gekk væl til seinasta kvøldið.
Tá brann hann á av landnyrðingi við kavaroki. Øll manningin varð rópt upp á dekkið at repa og skifta segl. Hon fekk fleiri lúsingar og borðfyltist fleiri ferðir um náttina. Teir róku einar 10-12 fjórðingar av leiðini og lógu bert og vardu seg.
Morgunin eftir linaði hann, so til bar at sigla aftur. Tá ið teir komu inn ímóti Suðuroynni, var avvelt í brimi.
Moe heldur tað vera eina vakra sjón at síggja brimið fram við landinum. Men hann sá á skiparanum, Magnusi Veyhe, sum stóð í bandi brynjaður til tenninar við báðum hondum um róðurarmin, at hann gav ikki fær um vakurleikan í briminum, heldur hugsaði hann um ta vandasigling, hann hevði framman fyri stavn at koma inn á Vágsfjørð á landnyrðingi millum teir 52 boðarnar, sum kanska teir flestu vóru uppi. Men skiparin kendi innsiglingarleiðina og um hann helt seg á hesi leið, so gjørdi minni, um tað breyt í bæði borð. Henda vanda visti Moe einki um fyrr enn seinni.
»Norðstjørnan« læt síni akker falla inni á Vágsfjørði í øllum góðum. Skiparin, Magnus Veyhe, kundi tá veittra í land til konuna, Elina, og lítla son sín, Jákup, sum sótu fyri opnum vindeyga og gleddust um heimkomuna hjá »Norðstjørnuni«.
Henda siglingin inn á Vág 8. november í 1904 kann væl takast sum ein mynd av tí andliga arbeiði, Moe gjørdi í Føroyum. Hann kendi boðskapin, sum hann nú varð settur at bera. Men hann kendi ikki teir mongu boðar, sum vóru á leiðini fyrrenn seinni.
Í »Færøsk Kirketidende«, sum Busch tá var blaðstjóri á, kundi Busch í blaðnum nr. 1 í 1905 siga frá sum tíðindi, at »Kirkelig Forening for Indre Mission í Danmark« hevur góðtikið Axel Frederik Moe, cand. teol, at arbeiða í Guds ríki í Føroyum fyrst og fremst í Suðuroy.
Í hesum sambandi kann verða nevnt, at fyrsti katólski trúboðarin, sum kom aftur til Føroya eftir trúbótina, var Johan Georg Bauer, sum kom til Havnar í 1857 at royna at seta føtur aftur undir eina katólska kirkju í Føroyum.
8. november 1904 kemur Axel Frederik Moe so í land í Vági sum trúboðari hjá Indre Missión.
Vinskapurin millum Moe og prestin Busch í Hvalba, sum var giftur við dóttur Jákup Dahl, keypmann á Gørðunum í Vági, hevði ført við sær, at Moe umframt at kenna seg heima í Leirum ? eisini var komin at kenna seg heima í hesum heiminum á Gørðunum í Vági tá ið hann var og ferðaðist í Føroyum í 1902.
Moe hittir M. A. Hansen prest og talar í Meinigheitshúsinum
Longu, leygardagin 12. november fer Moe sína fyrstu trúboðaraferð við »Smirli« til Havnar, har hann beinanvegin leggur leiðina út í prestagarðin í Sandagerði at tala við tann nýggja prestin, Mads Andersen Hansen. Hann var komin sum prestur hetta sama summarið. Prestur tekur væl móti Moe og býður honum at búgva í prestagarðinum.
Moe greiðir honum frá, at hann arbeiðir fyri Indre Missión, sum hevði sent hann til Føroya sum trúboðara, og tí vildi hann biðja um loyvi at halda nøkur kristilig møti í Meinigheitshúsinum við uppsløgum kring um í býnum.
Moe skrivar sær nøkur uppsløg, fer heim aftur í Havnina, finnur sær ein hóskandi stein til hamara og neglir so nøkur uppsløg ymsastaðni.
Uppsløgini høvdu hetta orðaljóðið: »Cand. teol. Moe talar í Meinigheitshúsinum:
Sunnukvøldið fyri ungdómin.
Týskvøldið um Indre Missión.
Mikukvøldið um Saul frá Tarsus.
Hóskvøldið um Saulus, sum verður til Paulus«.
Í dagbók síni sigur hann frá, at eingin visti, hvussu stór fyritøka hetta var sær at fara undir.
Prestur kom við til ungdómsfundin sunnukvøldið. Húsið var fult, og tey ungu lurtaðu væl eftir.
Týskvøldið var prestur eisini við í Meinigheitshúsinum, men mikukvøldið bar presti ikki til at koma, tí amtmaðurin saman við øðrum skuldi koma í prestagarðin.
Moe helt hesar fundirnar í Meinigheitshúsinum, sum fyriskipað varð. Men longu mikudagin kemur fram í eini samtalu, sum Moe og Hansen hava í Sandagerði, at teir eru iki á einum máli um arbeiðslagið.
Prestur letur Moe vita, at hann er ikki so glaður um, at Moe er komin hendan vegin sum trúboðari.
Orðaskiftið teirra millum fer sambært dagbókina hjá Moe millum annað soleiðis fram:
Moe: »Hvussu eru viðurskiftini í kirkjuliðunum her?«
Hansen: »Tey eru frálík. Her er góður gamal gudsótti, sum hóskar okkum væl. Vit hava ongar grundtvigianarar og onga Indre Missión ? tíbetur«.
So spyr Hansen Moe, um hann ongan kennir í Havn, sum hann kann fara at vitja. Moe svarar, at hann kennir ikki eitt einasta menniskja at vitja.
Tá sigur Hansen: »Ja, ja, tygum fáa skjótt onkran umvendan, so ber til at vitja hann«.
Moe svarar: »Eg fari, ið hvussu er, at koma av og á til Havnar«.
Hansen: »Jú, sjálvandi, tá ið Havnin nú hevur fingið ein vantrúgvandi prest«.
Moe heldur, at tað helst er kona prestin, sum hevur lagt honum hesi orðini í munnin. Henni dámdi ikki, at nakar annar bar Guds orð fram í Havn uttan maður hennara, tí ein morgun, meðan tey sita við borðið, kom ilt í hana. Hon setti á Moe.
»Framført er av tygum« segði hon, »at koma higar ? eg vil nevna tað næstan frekleika. Hvør hevur sent boð eftir tygum? Hvønn rætt hava tygum at koma higar at elva órógv ? eitt slíkt ungt og óroynt menniskja«.
Moe sigur seg hóvliga hava roynt at minna hana um, at hann var komin higar og fólkaliga hava biðið prestin um loyvi at tala í Meinigheitshúsinum. Hetta hevði presturin eisini vinsamliga givið honum loyvi til«.
Moe skrivar í dagbók sína, at hugnaligt er ikki at gista í Sandagerði undir hesum umstøðum, so at hann hevur bestan hug at flyta á gistingarhús at búgva, men hann flytur kortini ikki, so at eingin gøla skuldi koma av tí.
Aftur til Vágs
Seinast í vikuni fer Moe suður aftur til Vágs. Hetta tók honum 2 samdøgur at koma suðuraftur.
Kl. 9 um morgunin var hann farin oman á brúnna, haðani árabátar fluttu fólk umborð í skipið, ið fór til Suðuroyar. Hetta var skip, ið sigldi millum londini, og sum skuldi báði inn á Tvøroyri og Vág.
Moe stóð har á brúnni heilan tíma í myrkri, regni og vindi og royndi at kroka sum best bar til.
Kl. 10 slapp hann umborð, men hetta skipið « hvat tað so hevur verið ? sigldi iki av Havnini fyrr enn morgunin eftir, og á middegi tann dagin kom tað á Trongisvág, har tað skuldi liggja allan dag og lossa, áðrenn tað fór til Vágs.
Moe sleppur sær í land við einum lossubáti. Um dagin øtlaði hann veðrið, so tá ið Moe um kvøldið ætlaði sær umborð aftur, vóru líkindini so vánalig, at menn hildu seg ikki til at fara umborð. Ein av fergumonnunum sigur við Moe, at hann beint nú hevur verið umborð, men inn aftur var hann rikin til helvitis, og ein av teimum stóru lossubátunum var eisini rikin til helvitis. Um teir nú fóru útaftur, so róku teir eisini til helvitis.
Hetta orðalagið fall ikki Moe. Hann sigur við mannin, at við hasum sinnalagnum, so endaði hann sjálvur í helviti einaferð.
Maðurin varð fúkandi illur inn á Moe um hetta svarið.
Í góðan tíma stóð Moe so og krokaði undir onkrum pakkhúsi einsamallur í hesum ilsliga veðrinum. Tá kom endiliga onkur og tók hann við umborð.
Skipið varð liggjandi á Trongisvági alla náttina. Tá ið teir so um morgunin eftir skuldu taka akkerini upp, var tørn komið í akkersketurnar, so at drúgv tíð gekk, áðrenn teir vóru leys-ir haðani. Men fyrrapartin tann dagin komu teir kortini á Vág, og Moe slapp í land í einum av bátunum hjá Jákupi Dahl.
Henda fyrsta vikan hjá Moe norðuri í Havn, gav honum ta gleði, at fólk fegin vildu hoyra Guds orð, men ferðin segði honum eisini, at ikki fór at verða lætt at koma fram við vekingar- og umvendingarprædikum, um fleiri prestafólk høvdu somu støðu sum tey í Sandagerði høvud.
Og so hevði ferðin sagt honum, at tað, sum hann hevði sagt við Frederik Zeuthen, formannin í Indre Missión, um at hann skuldi heldur senda ein sterkan og vandan sjómann upp til Føroya sum trúboðara, var rætt.
Men Moe fall ikki í fátt. Hann hevði eitt stavnshald, og tað skuldi hann halda: hann skuldi bera føroyingum ein vekingar- og umvendingarboðskap við føstum grundarlagi í Bíbliuni innan karmin í tí Evangeliskluthersku kirkjuni í Føroyum.
Íðin ferðatrúboðari
23. november um kvøldið hevur hann prædiku í Vágs kirkju.
24. november hevði hann boðað til fundar í Sumbiar skúla, men um dagin kom stormur við kavaroki, so at ikki var farandi til Sumbiar.
Dagin eftir var gott veður. Hann fekk bát til Lopra, men so skvatligt var á Núpi, at maðurin á toftini fekk karm. Hetta tóktist einki at órógva hann. Báði í hesum sambandi og aðrastaðni geva vit far um, at Moe hevur verið orði, hvussu sterkir og harðbaldnir, føroyingar eru í teirra dagliga strevi á veðri og vindi. Til dømis greiðir hann frá einum manni, sum var áhaldsin ein morgun, hann fór til útróðrar og fór niðurfyri á støðni. Men hann fór til útróðrar so vátur, sum hann var, og sat í karminum allan dagin.
Henda dagin, 25. november hevur hann møti í Sumbiar skúla kl. 8 um kvøldið. Tá ið hann kemur í skúlan, var eingin komin, útkalt var í ovninum, men ein lampa var tendrað. Hetta tóktist hugstoytt í fyrstani, men so fór fólkat koma, og skúlastovan varð full.
Í Sumba búði Moe á Gøtuni í gamla prestatil-haldshúsinum. Morgunin eftir var ótýdligt veður viðvindi og kavaælingi. Út ímóti middegi batnaði og tá fór hann til gongu aftur til Vágs. Við honum kom sonur Katrinu á Gøtuni, Poul Symphor.
Fannakavi lá, men teir vóru væl ílætnir; uttan yvir skógvar-nar vóru teir í tjúkkum pulshosum heilt upp á lørini. Teir høvdu 2 1/4 tíma á Akrar. Hagar skuldi ein bátur úr Porkeri koma eftir Moe, tí hann skuldi til Porkeris at hava møti. Men eingin bátur kom vegna veður.
Moe skjútsaði sær so bát av Økrum til Vágs, tí hagar var ikki sama sjóvarilska sum um fjørðin til Porkeris. Men kortini varð Moe á kroppi, tá ið hann fór í bátin á Økrum. Av Økrum høvdu teir 3 korter til Vágs.
Í Vági hevði Moe fingið sær innivist hjá Julionnu Vilhelm, sum tá hevði sitið einkja í 2 ár eftir mannin, Mortan Vilhelm á Báraldarbakka, sum sjálvur 16. var gingin burtur við sluppini »Cyklon« undir Íslandi í 1902. Moe hevur við orði, hvussu sorgin enn tyngir hesa einkjuna.
Dagin eftir, 27. november fer Moe til Porkeris og hevur møti seinnapartin í kirkjuni. Hann fer so til gongu á Tvøroyri móti kvøldið. Hann gistir á Tvøroyri, har hann hevði møti og fer so til Hvalbiar til tann hugnaliga prestagarðin, sum hann nevnir prestagarðin í Leirum.
Soleiðis heldur Moe fram við at halda kristilig møti hesa tíðina til jóla bygd úr bygd í Suðuroy báði í skúlum og í kirkjum.
Jóla- og nýársferðing
Jólini hetta árið (1904) heldur hann í Leirum. Jólaaftan var veðrið sum um summarið. Seinnapartin, meðan hann situr og arbeiðir við síni jólaprædiku, vísir hitamálarin uttanfyri 10 stig celsius.
Til jólar hevði hann fingið eitt lítið træ av edilgrann frá mostrum sínum í Roskilde. Tað hevði Busch og hann verið í kirkjuni við og sett tað á altarið.
Tað var vakurt jólakvøld við tendraðum ljósum undir gudstænastuni.
Hvalbiar kirkja var ikki full jólaaftanakvøld. Moe heldur, at føroyingar gera lítið og einki burtur úr jólaaftan. Menninir arbeiða úti í bønum, ella eru teir útatrógva. Konufólkið strevar innanhýsis til út í náttina.
Sjálvur hevði hann ein hugnaligan jólaaftan saman við presti, familju hansara og tænastufólkunum.
Jóladag seinnapartin fer Moe einsamallur til Trongisvágs. Hann skuldi prædika í Froðbiar sóknar kirkju kl. 7 um kvøldið. Kirkjan var stúgvandi full og avbera góður sálmasangur. Hann kendi seg upplívgaðan at prædika.
Annan jóladag seinnapartin fer hann um Øravík og Hov til Vágs, har hann prædikar í kirkjuni um kvøldið.
Hetta var eitt sindur um teir báðar fyrstu mánaðirnar hjá Axel Frederik Moe, trúboðara í Føroyum. Hann helt fram sum trúboðari, hjálparprestur og sóknarprestur í 12 ár (1904-1916).