1.DEILD 7. UMFAR
LÍF hevur verið oddalið higartil, og tað er LÍF eisini eftir sjeynda umfarið. Um gongdin framvegis verður tann, sum hon higartil hevur verið, so eru sannlíkindi fyri, at LÍF í 2007 verður partur av bestu deildini. Har hava leirvíkingar ikki verið síðani 1993. Eingin veit tó betri enn leirvíkingar, at tað er langt inntil hálvan oktober. At tað er hugaligari at kappast í tí endanum, sum LÍF nú stríðist, enn tað hevur verið at boksast í hinum endanum, vita leirvíkingar alt um.
7. umfar var merkisvert á tann hátt, at tað var bara í tí eina førinum, at tað eydnaðist heimaliðnum at fáa fulla úrtøku. AB, sum er triði fremst vann tepurt á heimavølli, og B71, sum er næstfremst, vann tepurt á útivølli móti botnliðnum.
8. umfar eigur sambært skipanini at vera á skránni næsta leygardag. Soleiðis verður tað tó ikki. Orsaka av landsliðsferðini til Póllands í vikuskiftinum er grannauppgerðin millum TB og Royn framskundað til mikudagin. Hinir fýra dystirnir verða spældir sunnudagin og ikki leygardagin. FSF hevur boðað feløgunum frá fyri tveimum vikum síðani, at leikdagurin í skipanini er komin skeivt fyri.
Skráin sunnudagin sær soleiðis út: AB-FSV04, B71-VB/Sumba, HB-SÍ og KÍ-LÍF. Ivaleyst verður tað ikki minst áhugavert í Klaksvík, har oddaliðið úr Leirvík við fleiri klaksvíkingum, sum búgva í Klaksvík á liðnum, fer at vitja!
AB-KÍ 3-2
Heimaliðið var favorittur, og inntil tíggju minuttir undan leikloki bendi einki á, at talan ikki fór at verða um trivaligan heimasigur. AB legði seg framum 3-0, tá ið tað restaði eitt korter, og argjamenn høvdu tá havt møguleikar at fáa uppaftur fleiri mál. KÍ svaraði tvær ferðir aftur síðstu 10 minuttirnar, og í síðsta trýstinum høvdu klaksvíkingar onkran hálvan møguleika afturat.
Tummas Hans Rubeksen skoraði einasta málið í 1. hálvleiki, og eftir steðgin økti AB liðformaðurin og toppskjúttin Allan Mørkøre tvær ferðir. Í seinna førinum var talan um brotsspark, sum varð dømt, tá ið Allan Mørkøre var togaður niður í brotsteiginum.
Erling Fles minkaði um munin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og í síðsta minuttinum av vanligu leiktíðini var Rani Dal-Christiansen so óheppin, at hann stýrdi bóltinum í sítt egna mál, eftir at KÍ hevði sent fríspark innfyri málið. Ovi Nysted, sum hevði verið í KÍ verjuni, fór síðstu løtuna fram í álopið, men tað spurdist ikki meiri burturúr.
FSV04-HB 1-1
Í Sandavági vilja teir fegnir vera við frammi í spíssinum. Um tað skal eydnast, so er tað neyðugt at vinna á heimavølli. Tað gongur stríggið við tí. Í fimta umfari vann B71 1-0 í Sandavági, og nú misti FSV04 aftur tvey stig á heimavølli.
Ferðin var einki at reypa av í góðveðrinum á Valloyrini. FSV04 hevði bóltin mesta partin av tíðini, og HB hevði kanska bestu málmøguleikarnar. Størsta møguleikan í 1. hálvleiki hevði HB, tá ið teir stútaðu í tvørtræið.
Tað tóktist leingi at skula enda málleyst. Átjan minuttir undan leikloki legði heimaliðið seg framum. Veteranurin Hannus Olsen var málskjútti. Hann lyfti úr høgru og inn fyri málið, og bólturin dalaði niður í handara síðunetið.
Hendrik Rubeksen javnaði til 1-1 fimm minuttir eftir, at FSV04 hevði lagt seg framum. Eftir innlegg úr høgru stýrdi hann bóltin í málið við høvdinum.
SÍ-TB 2-2
Eisini í Sørvági býttu teir stigini ímillum sín, og eisini í Sørvági vóru líkindini so mikið góð, at tað tóktist ávirka ferðina. Úrslitið var 2-2, og øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Serliga síðsta løtan undan steðginum var hendingarrík.
Petur Niclasen legði SÍ framum, tá ið lítið korter var farið. Málið skoraði hann úr spískum í vinstru og í handara síðunetið.
Tíggju minuttir undan steðginum javnaði Kaj Roest, eftir at fríspark varð lagt innfyri, sum Óli Johannesen við høvdinum hevði stýrt upp á tvørs. Tveir minuttir seinni legði Búi Mortensen eftir trunkaspæl TB framum 2-1, og aftur tveir minuttir seinni javnaði Jens Erik Rasmussen til 2-2. SÍ fór í skjótt mótálop í høgru, og Jens Erik var leysur, tá ið bólturin varð lagdur innfyri.
Royn-B71 1-2
Hvalbingar eru framvegis stigaleysir. Hesa ferð var um reppið, at teir megnaðu javnleik móti einum av oddaliðunum. Royn stríddist so at siga fyri lívinum. Um hugburðurin verður tann sami næstu ferðirnar, so kann tað so væl fara at vera, at teir fara at vinna stig og sigrar.
Einki mál kom í 1. hálvleiki. Fýra minuttir eftir hvíldina legði Rasmus Nielsen B71 framum eftir skjótt álop í vinstru og innlegg frá Magnusi Olsen. Miðskeiðis í 2. hálvleiki javnaði liðformaðurin hjá Royn, Frits Eið. Hann umsetti úr ellivu metrum, eftir at brotsspark var dømt fyri at halda.
Sigursmálið skoraði toppskjúttin Clayton Soares. Eisini í hesum førinum átti Rasmus Nielsen sín lut, tí tað var hann, sum legði bóltin fram ímillum til Soares, sum rann verjuna av.
VB/Sumba-LÍF 2-4
Heimaliðið var tvær ferðir á odda. Báðu ferðirnar fekk oddaliðið teir aftur, og at enda var tað LÍF sum vann.
Páll Brattalíð átti fyrra VB/Sumba málið. Tá var eitt korter farið, og tíggju minuttir seinni javnaði Magnus Skoralíð til 1-1. Dómarin dømdi brotsspark fyri hands. Heini Jacobsen hálvbjargaði royndini úr ellivu metrum, men Magnus Skoralíð var sjálvur fyrstur á returbóltinum.
LÍF fekk eitt brotsspark afturat í 1. hálvleiki, sum eisini varð dømt fyri hands. Magnus Skoralíð hevði eisini ábyrgdina av tí royndini, men ta ferðina bjargaði Heini Jacobsen.
Tveir minuttir eftir steðgin fekk VB/Sumba brotsspark fyri hands. Kári í Lágabø var tryggur av brotssparksblettinum.
Heimaliðið var frammanfyri bara í fýra minuttir. So svaraði miðvallarin Allan Joensen aftur, og so var LÍF betri. Bárður á Lakjuni legði teir fyri fyrstu ferð framum, og Magnus Skoralíð bøtti um brotssparksmissin, tá ið hann stutt undan leikloki staðfesti 4-2 LÍF sigurin.