Heimastýrini fegnast

Setanarrøðurnar og slipsaknútarnir eru skift út við hamaran og arbeiðsklæðini. Fyrrverandi landsstýrismenninir úr Norðoyggjum, Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen og Eyðun Elttør, hava seinastu mánaðirnar vant seg við nýggju tilveruna eftir seks ár í landsstýrinum. Og tað er ikki frítt, at konurnar fegnast um, at menninir eru meira heima

Ágangandi fjølmiðlar. Setanarrøður og aðrar almennar uppgávur. Evstu ábyrgd av eini stórari umsiting, og dagliga trýstið at vera í andglettinum
Uppgávurnar hjá einum landsstýrismanni nýtast norðoyingarnir Anfinn Kallsberg, Karsten Hansen og Eyðun Elttør ikki at hugsa stórvegis um longur.
Eftir seks ár í heitum landsstýrissessum, eydnaðist hvørgum teirra at halda fram í landsstýrinum eftir løgtingsvalið 20. januar.
Teir tríggir hava síðan løgtingsvalið verið noyddir at venja seg við tilveruna uttanfyri almenna leikpallin, og tað er ymiskt, hvat teir nýta fríløturnar til.
Allir eru hjartaliga samdir, tá teir verða spurdir, um hýrurin við hús er batnaður, síðan teir góvust í landsstýrinum.
-Konan gleddist sjálvandi við mær í arbeiðinum sum landsstýrismaður, men hon er sjálvandi fegin um, at eg nú eri meira við hús. Tað er ikki bert ein broyting fyri meg, at eg ikki longur eri landsstýrismaður, men dagligdagurin hjá henni er eisini broyttur, greiða Eyðun Elttør og Karsten Hansen frá.
Anfinn Kallsberg greiðir frá, at sama skilið er á Viðarreiði. Konan hjá fyrrverandi løgmanni fegnast um nýggju tilveruna, og at maðurin er komin av almenna leikpallinum, har hann mangan var í andglettinum sum løgmaður.

Smíðja og gera garð
Anfinn Kallsberg og Karsten Hansen eru framvegis virknir tinglimir, meðan tað ikki eydnaðist Eyðuni Elttør at vinna sær ein tingsess eftir valið í januar.
Tinglimirnir greiða frá, at nakað av tíð fer sjálvsagt til tingarbeiðið, men tað skert kortini ikki burtur, at fríløturnar til onnur ítriv røkka betur, enn tá teir vóru landsstýrismenn. Og nakað av tíð fer tí við tingarbeiði.
-Endiliga havi eg møguleikan at fáast við ítriv, ið tíðin ikki rakk til, tá eg var løgmaður. Eg eri ikki noyddur at gera ætlanir eftir einum kallendara, og hetta kennist ómetaliga væl. Meginparturin av tíðini verður nýtt í náttúruni, greiðir Anfinn Kallsberg frá.
Karsten Hansen hevur havt úr at gera við smíðja í Mikladali, og eisini hevur hann nakað av seyði at hyggja til. Hann sigur seg altíð hava dámt kropsligt arbeiði, og hann tímir ikki at ganga fyri einki.
Eftir ætlan skal Eyðun Elttør byrja í sínum borgarliga starvið á Arbeiðseftirlitinum 1. september í ár.
-Eg havi verið í gongd við at rigga ein garð til uttanfyri húsini, og tað er nógv tíð farin við. Eg havi eisini gjørt eina trappu, so eg havi ikki gingið fyri einki, síðan eg fór landsstýrinum, fortelur Eyðun Elttør.

Ymiskir á máli
Spurdir, um teir sakna resið av at vera landsstýrismaður, eru teir tríggir norðoyingarnir eitt sindur ójavnir á máli. Anfinn Kallsberg hevur drúgvastu royndirnar í føroyskum politikki av teimum trimum, og honum dámar væl nýggju tilveruna.
-Nei, eg kann ikki siga, at eg sakni resið. Seinastu 8 árini havi eg verið noyddur at skipað meg eftir einum kalendara, og nú kann eg longu fara í summarfrí. Hetta kennist rættiliga avstreingjandi, fortelur Anfinn Kallsberg.
Eyðun Elttør og Karsten Hansen siga seg báðir sakna landsstýrisarbeiðið. Báðum dámdi ómetaliga væl avbjóðingina at vera landsstýrismaður, og hóast tað er gleðiligt, at tíðin í dag røkkur til annað enn politikk, var tað við einum farra av sorgblídni, at teir máttu veittra landsstýrissessinum farvæl.
Men tó siga allir tríggir seg fegnast um nýggju tilveruna eftir seks strævin, men spennandi ár, í Føroya Landsstýri.