Í dag býr Edmund S. Jacobsen í egnari íbúð á Amager. Hetta er fyrsta ferðin, at hann, síðani flutti niður fyri 17 árum síðani, hevur sína egnu íbúð. Á duraklokkuni til uppgongina við Lergrevsparken stendur »Edmund S. Jacobsen«, og uppi í íbúðini liggur sáttmálin, sum sigur, at íbúðin er hansara. Tað hevur Edmund ikki upplivað áður.
41 ára gamli Edmund hevur annars upplivað eina rúgvu. Hann er útbúgvin skipsførari og skipsverkfrøðingur og hevur siglt í nógv ár. Tá Edmund flutti til Danmarkar, arbeiddi hann eisini eitt ár sum skipsverkfrøðingur. Men so steðgaði alt upp hjá Edmundi. Sjálvur veit hann ikki hví.
- Í fimm mánaðir gjørdi eg einki. Als einki, fortelur Edmund, sum vit práta inni í snotiligu íbúð hansara, sum hann er ógvuliga fegin um.
Eftir eitt lítið hálvt ár uttan nakað sum helst, fór Edmund undir at skipa fyri tiltøkum. Tað er eisini tað, hann tekst við í dag. Hann skipar fyri mangum tónleikatiltaki, dansi og øðrum tiltøkum. Tá syrgir Edmund fyri øllum. Hann samskipar við tónleikarar, syrgir fyri ferð, uppihald, skaffar ljóðføri, ger alt reklamuarbeiði og hongur enn tá plakatir upp kring Keypmannahavn, sum lýsa fyri tiltøkunum. Millum útisetar í Keypmannahavn er Edmund kendur sum ein eldsál av einum fyriskipara.
Eitt óhugnaligt stað
Nógvar av plakatunum, Edmund ger, arbeiðir hann við á einum kreativum verkstaði, sum er knýtt at Sundholm, eitt herberg fyri heimleys í Keypmannahavn. Edmund búði á Sundholm í hálvttriðja ár.
– Har búgva øll sløg av fólki, sum øll hava eina trupla fortíð. Psykisk sjúk, alkoholikarar, stikknarkomanar og so framvegis. Tað var sera hart og óhugnaligt, tí fólk kundu rópa og skríggja um næturnar ella leggja teg undir líkt og ólíkt, greiðir Edmund frá.
– Við tíðini lærdu tú tó, hvussu tú skuldi uppføra teg í teimum ymsu støðunum. Eg visti hvønn eg gott kundi arga og arbeiða uppá, og hvønn eg als ikki skuldi gera tað við, sigur Edmund.
Tað eru teir báðir virdu sjónvarpsjournalistarnir Mads Brügger og Michael Bertelsen, sum hava gjørt sendingina við alternativu bókaummælarunum. Sendingin er tikin upp á Sundholm, har Edmund og hinir tríggir ummælararnir búðu.
Við Politiken greiddi Mads Brügger millum annað frá, hvussu tey vóru vitni til ein bardaga, har grønlendingar og somaliumenn fóru til hendurs og slóu hvønn annan við jarnrørum.
– Tað er ótrúligt, at tey yvirhøvur megnaðu at lesa eina bók undir slíkum umstøðum, segði Mads Brügger við donsku avísina hósdagin í farnu viku.
Hóast Edmund ikki býr á Sundholm longur, hevur hann framvegis sína dagligu gongd á kreativa verkstaðnum.
Persónligar lagnusøgur
Læsegruppen Sundholm, sum sjónvarpssendingin eitur, telur umframt Edmund eisini donsku Anitu Steen Svenson og Michael Ricks Eliassen og Abdul Rahim Shirazi, sum er úr Uganda. Tey fara í átta sendingum at viðgera og ummæla átta ymsar bøkur. Øll fýra hava annaðhvørt verið ella eru heimleys.
Og hóast eingin teirra hevur tað lætt, vóru tey øll so mikið væl fyri, at tey megna at lesa bøkur. Tað eru tað ikki øll, sum búgva Sundholm, ið megna, tí tey eru so niðurundirkomin. Edmund sigur sjálvur, at hann taldist millum teirra, sum vóru best fyri á Sundholm.
– Fyrr var illa, flennir hann og sipar til, hvussu illa fyri nógv av hinum eru. Hjá Edmundi steðgaði tað bara upp. Hann fekk nokk og orkaði meira.
– Eg veit ikki hví, svarar Edmund stutt, tá hann verður spurdur um orsøkina. Hann er tó skjótur at leggja aftrat, at tað ikki er tí at hann hevur havt ein keðiligan barndóm ella ikki hevur funnið út av tí við foreldrum. Í so máta var alt sum tað skuldi vera.
Men tað kann vera, vit koma nærri at einum svari so hvørt sendingarnar hava verið. Sambært Michael Bertelsen er Læsegruppe Sundholm eisini ein sending um einstøku lagnurnar hjá teimum fýra ummælarunum.
– Óbeinleiðis snúgva sendingarnar seg eisini um lagnurnar hjá Anitu, Michael, Rahim og Edmund. Tá tey lesa um lagnur og um persónar, so uppliva tey tað ógvuliga sterkt og beinleiðis, sigur Michael Bertelsen sambært Politiken.
Danska útvarpsrásin P1 hevur tosað við Tomas Espedal, rithøvurin handan bókina »Gå eller kunsten at leve et vildt og poetisk liv«, ið Edmund og hini trý millum annað viðgjørdu. Hann hevur sæð sendingina og var ógvuliga hugtikin.
– Tað var sera sterkt, og tey hava eina ósnobbutta tilgongd til bókmentir, sum vit kunnu læra nógv av, segði hann í sendingini Skønlitteratur, sum varð send á P1 leygardagin. Sjálvur vísir Edmund eisini á ein faktor, sum ger tey rættiliga øðrvísi enn aðrar ummælarar:
– Vit siga sum er og pakka einki inn. Vit noyðast ikki at tosa pent um nakran ella halda nakað ávíst, sigur hann. Av tí sama er tað eisini, at hann uttan at himprast gevur ávísum bókum botnkarakter og sigur eitt nú, at Suzanne Brøgger ikki egnar seg sum rithøvundur longur.
Tiltrongt og spennandi
Hetta gevur sjálvsagt sendingini eina heilt aðra dimensión enn vanligar bókmentasendingar hava. Tað er spennandi og tiltrongt, hevur Kinna Poulsen, ummælari, givið til kennar á sínum bloggi, listinblog.blogspot.com:
– Tilvitað sum eg eri um glashús og steinblak, skal eg ikki vera ov skjót til at snakka um mentanarsnobbar í mentanarsendingum, men sannleikin er tann, at tað ofta eru nøkulunda tær somu typurnar, sum úttala seg um bókmentir og lesibólkar sambinda vit ofta við fólk, sum eru væl fyri bæði so og so. Tí er hugskotið sera frískt og øðrvísi og eg gleði meg veruliga at hoyra hvat Edmund Jacobsen og hini hava at siga um tær ymisku bøkurnar, skrivar Kinna Poulsen.
Sjálvur er Edmund eisini ógvuliga spentur upp á sendingina og reaktiónirnar, sum koma.
– Eg eri rættiliga nervøsur nú, viðgongur hann, samstundis sum hann eisini sigur, at hann kortini er fegin um at hava verið partur av sendingini.
– Tað hevur verið læruríkt, hevur givið mær nýggja vitan og eisini nøkur ting at hugsað um, sigur bókaummælarin Edmund S. Jacobsen, sum verður at síggja á DR2 hvørt mánakvøld klokkan tíggju í sendingini Læsegruppen Sundholm næstu átta vikurnar.
--
FAKTA
Edmund S. Jacobsen er hoyvíkingur og 41 ára gamal. Hann býr í eini íbúð á Amager í Keypmannahavn, men hevur áður verið heimleysur. Klokkan tíggju í kvøld verður hann at síggja í nýggjari sjónvarpsrøð á DR2, har hann saman við trimum øðrum heimleysum fer at ummæla bøkur. Sendingarnar hava Michael Bertelsen og Mads Brügger gjørt. Teir hava áður gjørt sendingar sum Den Elvte Time, De Uaktuelle Nyheder og Quatraro Mysteriet.