“Er heimsbúskapurin komin á botn?” var stóri spurningurin, sum nógvu áhoyrarnir í Perluni mikukvøldið fingu eitt svar upp á. Mikukvøldið skipaði Føroya Banki fyri einum vælvitjaðum íløgutiltaki í Perluni, har viðurkendi búskaparfrøðingurin Arvid Jakobsen frá LD Invest gav eitt boð upp á útlitini fyri heimsbúskapin.
Búskaparfrøðingar hava ein forkærleika fyri bókstavum, tá konjunkturgongdin í búskapinum skal lýsast. Soleiðis hevur eisini verið í sambandi við heimsumfatandi fíggjarkreppuna, sum elvdi til enn ein lágkonjunktur í heimsbúskapinum í 2008. Fyri at svara spurninginum um, hvussu skjótt vit sleppa burturúr aftur naggatódnini, nýta búskaparfrøðingar bókstavirnar U, L, V og W.
Á heysti 2008 var hildið, at hetta var ein heldur ógvuslig niðurgongd í búskapinum, sum fór at taka drúgva tíð at koma burturúr aftur, eins og eitt U. Men í november 2008 steðgaði heimshandilin næstan fullkomiliga upp í einum, og tað fekk búskaparfrøðingar fyrstu mánarnar í 2009 at umrøða møguleikan fyri, at vit skuldu síggja eina endurtøku av tí stóru depressiónini í 1930’unum, tá heimshandilin síðstu ferð steðgaði fullkomiliga upp. Gongdin kundi soleiðis fara at líkjast einum L.
Júst tá búskaparfrøðingarnir og journalistarnir høvdu funnið gomlu søgubøkurnar um 1930’ini fram, tørnaði framleiðslan í heimsbúskapinum fyri aftur í mars 2009. Nú er man tí farin at tosa um eina knappa búskaparvending álík einum V. Hetta hevur man eisini sæð aftur í ógvusligum hækkingum í partabrævakursunum kring knøttin.
Men talan var um serstakliga ógvusligar tillagingar í vørugoymslunum kring knøttin, sum høvdu elvt til ein nærum fullkomnan steðg í heimshandlinum vetrarmánaðarnar. Av tí at vøksturin í endaliga eftirspurninginum var fallin munandi serliga orsakað av, at húskini kendu seg fátækari av lækkandi húsaprísum, máttu framleiðararnir kring knøttin í gongd við at tillaga goymslurnar til nýggju støðuna. Fyri at minka um goymslurnar má framleiðslan minka munandi meiri enn eftirspurningurin, men tá goymslurnar eru tillagaðar, fer framleiðslan aftur at vaksa skjótt. Hetta hava vit sæð síðani mars.
Her var so boðskapurin hjá Arvid Jakobsen, at vit næstu 3-6 mánarnar allarhelst aftur koma at síggja eitt ávíst svartskygni breiða seg yvir marknaðirnar, tí at endaligi eftirspurningurin ikki er komin fyri seg enn. Húskini í USA eru framvegis plágað av stórum arbeiðsloysi og avleiðingunum av ógvusliga lækkandi húsaprísum síðstu 3 árini. Tá eftirspurningurin framvegis er víkjandi, vil framleiðslan – nú goymslurnar aftur eru fyltar – tillaga seg nýggja støðið. Sostatt kunnu vit fáa eina gongd líknandi einum W.
Svarið upp á stóra spurningin var sostatt, at heimsbúskapurin ikki er komin á botn enn, men at búskapurin tvørturímóti kann væntast at taka enn ein niðurtúr komandi 6-9 mánarnar, til rættuligi búskaparvøksturin slær ígjøgnum á sumri 2010. Tá so vøksturin av álvara slær ígjøgnum í seinnu hálvu 2010 við lækkandi arbeiðsloysi og batnandi áliti hjá húskjunum, gerst helst talan um munandi búskaparvøkstur.
Á íløgutiltakinum í Perluni hevði Johnny í Grótinum, íløguleiðari í Føroya Banka, eitt stutt innlegg um búskapargongdina í Føroyum síðsta árið og útlitini fyri føroyska búskapin í ljósinum av útlitunum til eina vending í heimsbúskapinum komandi ár. Føroyski búskapurin er tætt tengdur at gongdini í heimsbúskapinum, tí altjóða samhandilin er lutfalsliga stórur partur av búskapinum. Minkingin í heimshandlinum sæst aftur í, at mánaðarligi fiskavøruútflutningurin úr Føroyum er minkaður við umleið 40% síðani á sumri 2007. Hinvegin er útflutningsvirðið av alifiski meiri enn tvífaldað í sama tíðarskeiði, tí er samlaði útflutningurin bert minkaður umleið 6-7%. Útlitini til enn eitt umfar við svartskygni , áðrenn tað lýsnar av álvara, talar soleiðis fyri einum virknum búskaparpolitikki til at halda gongd í virkseminum í landinum.