Talv
Botvinnik Memorial í Moskva bleiv ein sannur gysari. Heimsins bestu telvarnir Garry Kasparov og Vladimir Kramnik, leiktu fyrst 2-2 í vanligum langtalvi, har øll talvini endaðu við javnleiki. Bert eitt talv varð yvir 25 leikir, har Kasparov fyrst hevði fyrimun, men síðani mátti stríðast í fimm tímar fyri javnleikin. Í kviktalvunum (30 min. til talvið hvør) bleiv úrslitið somuleiðis javnt, 3-3. Kasparov vann fyrsta talvið og hareftir blivu fýra tey næstu talvini javnleikir. Kramnik bjargaði tó hendan dyst við at vinna við svørtum í seinasta kviktalvinum.
Enn ein dystur væntaði, nevnliga tey tíggju snartalvini sum blivu telvd sunnudagin. Framanundan varð av serkønum spátt at 26 ára gamli Kramnik helst hevði betur møguleikar at koppa 12 ára eldra mótstøðumanni sínum í snartalvunum, men hesin spádómur helt als ikki. Kasparov var nógv orkuríkari, og vann uppiborið heili 6,5-3,5. Hann telvaði óvanliga gott.
Sostatt vísti Kasparov enn einaferð at hann hevur munin í toppinum av heimselituni.
Svimja í pengum
Nevnast eigur at virðislønirnar til hendan tvídyst vóru ómetaligar stórar. T. d ognaðu Kasparov og Kramnik sær umleið eina millión (125.000 dollarar) hvør fyri tey fýra langtalvini. Aftrat hesum fingu teir eisini báðir væl omanfyri milliónina fyri kviktalvini og snartalvini. Sanniliga eru stórpengar í heimselituni.
Hálvfinalur í Fide-HM
Sum væntað hevur indarin Viswanathan Anand telvað seg til hálvfinaluna í heimsmeistarskapinun í Moskva hjá talvsamgonguni Fide. Anand hittir Vassily Ivanchuk úr Ukraina. Hin hálvfinalan er millum Peter Svidler úr Russlandi og Ruslan Ponomariov. Til felags hava hesir seinast nevndu verið í Føroyum og telvað, Svidler í 1997 í Visa-Nordic kappingini (vann kappingina í harðari kapping við Ivan Sokolov), og Ponomariov so seint sum í fjør í stórligu 3rd Tórshavn International (býtti fyrstapláss við Alexander Grischuk). Ponomariov hevur ment seg øgiligt og kann væl møguligt leika seg í finaluna.
Eitt talv er leikt í báðum hálvfinalunum, har bæði eru endaði jøvn. Fýra talv skulu telvast. Finalan verður leikt miðskeiðis í januar mánaða.
Danska liðkappingin
Útisetatelvarnir í Keypmannahavn vunnu ein tepran 4,5-3,5 sigur á botnliðnum Lyngby-Virum sunnudagin. Trý umfør eru nú leikt og føroyska liðið hevur 13 stig og liggur á einum triðja plássi í donsku 2. deild. K41 úr Valby liggja trygt fremstir við 16 stigum og Helsingør við sínum 14,5 stigum eru á øðrum plássi. Hetta varð seinasta umfar áðrenn jól, og eftir jól skulu fýra umfør telvast aftrat.
John Arni, Nilssen, Rógvi W. Rasmussen og Carl Eli N. Samuelsen vunnu síni talv, meðan Heini Olsen, Hlidar Tór Hreinsson og Heini Danielsen leiktu javnt. Tíverri taptu Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe síni talv. Úrslitið er heldur skuffandi, tí liðið úr Lyngby lá í botninum og tá rating viðvíkur var føroyska liðið væl sterkari. Bogi Ziska væntaði á liðnum, og orsøkin er tann at hann flytur heimaftur til klettarnar í næstum.
Einkultúrslitini higartil:
John A. Nilssen 1 av 2
Heini Olsen 2/3
Flóvin T. Næs 2/3
Eyðun Nolsøe 1/3
Hlidar T. Hreinsson 1/3
Bogi Ziska 1/2
Rógvi W. Rasmussen 2/3
Carl E. N. Samuelsen 2/3
Heini Danielsen 1/2