Ein av hesum 10 filmum er "Regin smiður", sum Katrin Ottarsdóttir hevur leikstjórnað. "Regin smiður" er ikki ein filmur um føroyskan dans, men heldur eitt slag av musikkvideo við Føroyskum dansi. Tað eru fólk úr dansifelagnum Fótatraðk og onnur, ið dansa. Heimsfrumsýningin verður sum nevnt í Keypmannahavn. Ætlanin er at filmarnir skulu hava føroyska frumsýning á Listastevnuni í summar. Nærri upplýsingar um hetta fáast við at venda sær til Oddvá Nattestad.